Tá gingið verður í haga plaga vit, at rokna við 2 km um tíman. Sostatt tekur túrurin umleið 6,5 tímar.
Farið verður við Sam úr Klaksvík til Syðradals. Túrurin tekur 20 minuttir. Koyrt verður úr Syðradali ígjøgnum tann fyrsta tunnilin og steðgað verður har. Í Villingadali byrjar túrurin, og hann endar uppi á Gásafelli, haðan farið verður oman aftur antin í Ritudal ella beinleiðis oman í Mikladal. Tað merkir, at neyðugt er at hava bil í báðum støðum.
Mynd(360°) / Upplýsningar
Byttufelli: 439 m høgt fjall sunnan fyri Mikladal
Klubbin: 551 m høgt fjall sunnan fyri → Heimarafjall í Mikladali
Heimarafjall: 591 m høgt fjall sunnan fyri Mikladal, millum Ritudal og Villingadal
Gásafjall: 606 m høgt fjall sunnan fyri Mikladal
Eigara:
Byttufelli: Jógvan A. Sørensen 216642
Klubbin: Maria Sørensen 258647
Heimarafjall: Karstin Hansen, Jógvan A. Sørensen
Gásafjall: Eyðun Eliasen, Olaf á Grønastøð