Tá gingið verður í haga plaga vit, at rokna við 2 km um tíman. Sostatt tekur túrurin umleið 3 tímar.
Túrurin byrjar í Vestmanna. Tá ið tú kemur til Vestmanna, snara til høgru og koyr til tú kemur til skúlan. Halt fram og snara til høgru. Koyr niðan til tann ovasta vegin í Vestmanna har, ið brandstøðin er. Túrurin byrjar og endar har.
Mynd(360°) / Upplýsningar
Hægstafjall: 296 m høgt fjall vestan fyri Vestmanna, tað hægsta í Neshaga
Melin: 764 m høgt fjall millum Kvíggjarhamarshaga í Saksun og Haldórsvík.
Norðurendin nevnist → Manssetrið (729 m)
Reynið: 349 m høgt fjall norðan fyri Vestmanna. Beint norðanfyri er Fremrareyn
Eigari
Hægstafjall: Elmar Andreasen 423406, Suni Simonsen 227011, Tórarin Didriksen 224085,
Martin Axel Hansen 583112, Jógvan Sigurd Hórðará 257350,
Niels Thomas Pedersen 588444
Melin: Jóhan Jógvansson 594455
Reynið: Sjúrður Patursson 222215