Tá gingið verður í haga plaga vit, at rokna við 2 km um tíman. Sostatt tekur túrurin umleið 4,5 tímar.
Túrurin byrjar á Norðradalsskarði og tú gongur norðureftir. Túrurin endar á Skeiðsskari. Tað er fyrimunur, at hava ein bil í báðum støðum.
Mynd(360°) / Upplýsningar
Núgvan: 667 m høgt fjall norðan fyri Norðradal
Fjallið millum Botna: 686 m høgt fjall millum Norðradal og Sund. Norðradalsmegin eru dalarnir
Norðaribotnur og Sunnaribotnur og millum teirra Botnaleiti
Sornfelli: 749 m høgt fjall á markinum millum Sund, Skæling og Norðradal
Stallurin: 614 m høgt fjall sunnast á markinum millum Skæling og Oyrareingir,
millum Skeiðsskarð / Stígaskarð og millum Koppin / Hundsarabotn
Eigari
Núgvan: Ólavur Andreasen 214059, Pætur Bærentsen 212981
Fjallið millum Botna: Ólavur Andreasen 214059, Pætur Bærentsen 212981
Sornfelli: Pætur Bærentsen 212981
Stallurin: Tummas A. Hansen