Tá gingið verður í haga plaga vit, at rokna við 2 km um tíman. Sostatt tekur túrurin umleið 10 tímar.
Túrurin byrjar úti í Norðoyri, fylg slóðini. Túrurin endar við Kirkjugarðin úti í Grøv.
Her ber til at lurta efir sendingini Frítíð og Náttura.
Á turinum saman við Jógvani Gerðarlíð hava vit gingið um dalarnar og eru komin niðan á Lishøvda. Haðani ganga vit oman í Barm og síðani heim aftur um Skúvadal og Torvadal
Skúgvur:
Tað er serliga tá tað nærkast klekingini um seinnu helvt av juli at hann mest aggresivur. Tá flýgir hann og stoytir seg ímóti teimum sum koma ov nær, ja enntá kunnu onkrir finna uppá at sláa við beinunum. Hetta kann virka sera ræðandi, men tað er ikki farligt. Tað besta er bert at halda leiðina víðari, soleiðis at tú kemur burturfrá reiðrinum ella pisuni so skjótt sum gjørligt. Skúgvur reiðrast næstan altíð í vátlendi, so um tú vilt sleppa undan skúgvabølunum, er at halda seg frá tí lendinum. Og hav í huganum at foreldrini gera bert tað sum vit øll høvdu gjørt fyri at verja okkara avkom!
Mynd(360°) / Upplýsningar
Lisshøvdi: 277 m høgt Forberg ytst á sunnara armi á Árnfjarðarvík
Gásafelli: 461 m høgt fjall í hagapartinum Barmi í Klaksvík
Hæddin: 563 m høgt fjall millum Norðoyri og Kvígingadal í Klaksvík
Eigari
Lisshøvdi: -
Gásafelli: Levi Joensen 507600
Hæddin: Leon Sólheygg 223306