Tá gingið verður í haga plaga vit, at rokna við 2 km um tíman. Sostatt tekur túrurin umleið 7,5 tímar.
Túrurin kann byrja í Dali ella 1,2 km við avkoyringina til Húsavík.
Skúgvur
Tað er serliga tá tað nærkast klekingini um seinnu helvt av juli at hann mest aggresivur. Tá flýgir hann og stoytir seg ímóti teimum, sum koma ov nær. Ja enntá kunnu onkrir finna uppá, at sláa við beinunum. Hetta kann virka sera ræðandi, men tað er ikki farligt. Tað besta er bert at halda leiðina víðari, soleiðis at tú kemur burturfrá reiðrinum ella pisuni so skjótt sum gjørligt. Skúgvur reiðrast næstan altíð í vátlendi, so um tú vilt sleppa undan skúgvabølunum, so er at halda seg frá tí lendinum. Og hav í huganum, at foreldrini gera bert tað, sum vit øll høvdu gjørt fyri at verja okkara avkom!
Mynd(360°) / Upplýsningar
Skúvoyarfjall: 354 m høgt fjall sunnan fyri Dal, hægsta fjall á suðurendanum á Sandoy
Nakkurin: 251 m høgt hædd á eggini yvir Skorini í Dali sunnast á Sandoy
Stórafjall: 396 m høgt fjall sunnan fyri Húsavík
Vestfelli: 397 m høgt fjall vestan fyri Húsavík
Eigari
Skúvoyarfjall: Petur Hans Winter 511837, Jóanes Johannesen 261277
Nakkurin: Petur Hans Winther 511837, Jóanes Johannesen 261277,
Símun Hannus Johannesen 212404
Stórafjall: Virgar Hentze 221984
Vestfelli: Høgni Dam 261019, Eyðfinn Dam 243684