Tá gingið verður í haga plaga vit, at rokna við 2 km um tíman. Sostatt tekur túrurin umleið 3 tímar.
Tað er ikki so langt síðan, at fólkið kendi landið nógv betur enn nú - og tað er ikki so løgið, tí tá gingu menn nógv burtur í haga, teir veittu hagan, hildu gøtur, gingu á fjall. Í torvtíðini vóru øll í haganum, og um summarið gingu konur til neyta. Tey, ið ikki høvdu tað so rúmsátt, hentaðu lesull. Ávísan dag varð farið í hagan at henta ber. Menn fleygaðu fugl og rændu egg. Tey fólkini kendu staðarnøvnini og kundu siga neyvt, hvar tey høvdu verið, og hvar tey høvdu sæð hetta og hatta. Søgurnar hingu uppi í øvnunum, og tær vóru sagdar upp í saman.
Tíðin krevur sítt, og framburður hevur gjørt, at nógv, sum fyrr var nátúrligt, ikki er neyðugt í dag, so vandi er fyri at nógv av okkara søgu og siðum fer í gloymskuna.
Til dømis eru vegir komnir ímillum flestar bygdir, koyrandi er, og tí verða bygdagøturnar næstan ikki brúktar og falla í órøkt.
Á Fugloynni vóru nógvar gøtur ymsastaðni á oynni, men gøtan ímillum Kirkju og Hattarvík mundi verða tann mest nýtta.
Verður farið av Kirkju, gongur leiðin miðskeiðis úr bygdini niðan-suðureftir, stutt niðan fyri bøgarðarnar, til komið verður suður á Hvíthjalla. Haðan gongur leiðin so fram við farvegnum av einum garði og bakkatromini, til komið er suður til Gjónna á Vaði, har ein á er. Sunnan fyri hesa á er tann fyrsti varðin.
Kirkja var trettandabygd, og tá ið fólk úr Hattarvík høvdu verið á Kirkju á trettandu og vóru á veg aftur til Hattarvíkar, var vanligt, at fólk av Kirkju fylgdu teimum suður til varðan á Gjónna á Vaði, og vóru ofta røður hildnar har uppi á varðanum sum røðarapalli.
Gøtan gongur síðan suður gjøgnum hagan, suður á Fløtur, har hon skilir seg sundur. Onnur gøtan fer um Bergið og hin niðan á Kross. Tað er ikki ráðiligt, at ókunnug fólk fara eftir gøtuni um Bergið.
Vestan til á Krossi er ein heyggur, ið nevnist Líkheyggur. Har eru nakrir steinar, ið kista kann setast á. Har var vanligt at hvíla, tá ið lík vóru borin ímillum bygdirnar.
Síðan verður gingið tvørtur um Krossin.
Á røðini, tá ið sæst oman til Hattarvíkar, er ein steinur, ið líkist einum manni í føroyskari húgvu. Tað sær út, sum maðurin bukkar seg niður at knýta sær tveingirnar. Søgnin sigur, at hvørja ferð steinurin hoyrir hanan gala, melur hann tríggjar ferðir um seg sjálvan. Útsjóndin á steininum sæst best úr Hattarvík.
Síðan liggur leiðin oman í gjøgnum Ryggir og oman í Krók.
Har koma vit fram við Gullheyggi, sum er ein fløt hella við einum lítlum petti av blágrýti í. Hetta blágrýtið skal verða proppurin niður til gulli, ið verður vart av einum stórum ormi, - ja, so stórum, at halin liggur inni á Hálsi, búkurin liggur á gullinum og høvdið liggur niðri í Øskudunga Niðri í Husi í Hattarvík. Søgnin sigur, at verður grivið eftir gulli har, so skal Eystfelli skrædna frá Fugloynni.
Síðan verður gingið fram við garðinum Uppi í Króki, til komið er á Skarðið, har eitt portur á bøgariðnum er.
Her til er at siga, at allan vegin eftir gøtuni ímillum Kirkju og Hattarvík eru varðar. Og eru teir flestu varðarnir í rímiligum standi.
Frá Skarðinum gongur leiðin heim á Heygg, har gøtan skilir seg í kross. Ein er gøtan frá Skarðinum, ein gøta fer oman í Hús fram við kirkjuni. Ein gøta fer oman á Geilagarð, Uppi í Húsi í Hattarvík, men tann síðsta ferð niðan móti Konugerðilið og víðari inn á fløtur, so har á krossinum ber til at sita á Kjørbreyt.
Nú er nakað av gøtunum innangarðs farið undir heilt, tá ið vegur bleiv gjørdur.
Til seinast kann viðmerkjast, at so langt er ímillum varðarnar, at í nógvum mjørka sæst ikki ímillum teir. Hóast tað, vóru teir neyðug hjálp í myrkum veðri.
Fram við gøtuni eru ymisk støð, hvørt við sínum navni og sínari søgu. Har eru gróthús, kráir, steinar, áir, heyggjar og lágir o.a., so tað kundi mangt verið knýtt at hesi bygdagøtu.
Rithøvundur:
Jákup á F. Jacobsen