Vøtn í Føroyum Minnisvarðar Fjallatoppar Bygdagøtur Aðrir túrar Fólk við breki
Most Popular
Family friendly
Æðuvík - Nes eftir bygdagøtuni
Túrurin byrjar í Æðuvík, 1,5 tímar gongutíð og er lættur
Oyggj Eysturoy
Torleikastøði Lættur túrur
Longd 3 km
Besta ætt Landnyrðingur , Norðan , Útnyrðingur

Tá gingið verður í haga plaga vit, at rokna við 2 km um tíman. Sostatt tekur túrurin umleið 1,5 tímar.

Á veg niðaná úr Æðuvík verður gingið gjøgnum Promsgil. Fyrr í tíðini skundaðu fólk sær fram við Promsgili, tí her søgdust búgva huldufólk. Síðani gongur leiðin fram við Amtmansheiðum. Heiðarnir hava fingið hetta navnið av tí, at her varð torv skorið til amtmannin. Komin heilt niðaná er útsýni yvir Skorðina á Borðoynni, Nólsoynna, Gásafelli, Glyvrafjall, Stórafjall, Støðlafjall, Tyril og Strandafjall. 

Á túrinum gongur leiðin fram við Fransakrógv. Krógvin hevur fingið navnið eftir eini konu, sum nevndist Maria. Maria tænti í prestagarðinum á Nesi og gekk eftir torvi í Fransakrógv. Hon varð søgd vera eitt satt konubrot. Túrurin gongur yvir gamlar torvheiðar. Lendið er slætt og gott at ganga á og varðarnir eru í góðum standi.

Leiðin gongur eisini niðan á  Vørðuna (160m), har útsýnið er sera vakurt yvir Nólsoynna, Sandoynna, Streymoynna, Kaldbaksfjørð, Kollafjørð, Skálafjørð og Sundalagið.

Tá tað nærkast Nesi verður gingið gjøggnum Fornagjógv. Her er útsýni yvir  Starvatn og Kornvatn. 

Frá seinasta varðanum eru  umleið 200m til portrið, Fornalið. Frá portrinum eru umleið 150m til varðagøtuskeltið niðri á vegnum.

Túrurin endar á Nesi, har gamli prestagarðurin verður vitjaður.

Send fyrispurning
Legg til yndis
Vevmynd

Hæddarkurv

Tak niður Topo GPS
Download and install Iphone / iOS users: please download and install the “Topo GPS” app. Then Buy the “Føroyakorti”, which is the map for the Faroe Islands. Price 29,00 DKK. Other / Android users: please download and install the “Great Britian” app. Then buy the “Føroyakorti” which is the map for the Faroe Islands. Price 29,00 DKK. How to use Use the app to open a downloaded hiking track. Safety Remember that the app is not a replacement for an original waterproof GPS unit. Not all smartphones can withstand the weather or being accidentally dropped / damaged.
Tak niður GPX fílu
Fleiri túrar í Eysturoy
Miðalfelli og Skerðingur
Túrurin byrjar við Tunnilsmunna Norðskála megin.
Les meira
Ferðaleiðari
Oyndfjarðarfjall og Tindur
Túrurin byrjar í Oyndarfjørð 2 tímar gongutíð og er miðal tungur
Les meira
Sandfelli og Skoratindur í Oyndafjørður
Túrurin byrjar í Elduvík, 5 tímar gongutíð og er miðal tungur
Les meira
Ferðaleiðari
Lokkafelli, Knúkur, Nøvan, Sandfelli Oyri, og Skálafjall
Túrurin byrjar við tunnilin í Norðskála, 7,5 tímar gongutíð og er heilt tungur
Les meira
Best umtóktur Ferðaleiðari
Sigatindur og Gøtunestindur
Túrurin byrjar uttanfyri Leivík, 4 tímar gongutíð og er heilt tungur
Les meira
Ferðaleiðari
Skálafjall
Túrurin byrjar í Skálabotn, 4 tímar gongutíð og er miðal tungur
Les meira
Best umtóktur Ferðaleiðari
Vís fleiri