Gjógv minnisvarðin
Túrurin byrjar í Gjógv, 2 tímar gongutíð og er heilt tungur
Tá gingið verður í haga plaga vit, at rokna við 2 km um tíman. Sostatt tekur túrurin umleið 2 tímar.
Vakri minnisvarðin við Gjógv sigur alt. Har situr mamma við tveimum børnum og hyggur út í hav, tey bíða eftir pápanum, sum er til útróðrar ella til skips. Handan minnivarðan síggja vit talvurnar, og hetta er dapur lesnaður. Gjógv er gjøgnum tíðirnar rakt av nógvum vanlukkum á sjónum. Mest dapru dagurnir vóru skaðadagin 30. apríl 1870, tá ið Fríðríksbáturin og Rættabáturin gingu burtur við sekstan monnum og 20. mars 1884, tá ið átta menn gingu burtur við Samløgubátinum.
Fleiri túrar í Eysturoy
Ferðaleiðari
Ferðaleiðari
Best umtóktur
Ferðaleiðari
Ferðaleiðari
Best umtóktur
Ferðaleiðari
Vís fleiri