Vatnið á Kvígingadali
Aftur í dag – 16.10.20 – á Borðoynni. Vatnið á Kvígingadali átti tørn. Tað er eittans vatn í Kvígingadali, og tí nevna staðkend fólk tað jú bara fyri Vatnið.
Vit gingu úr Árnafirði og út eftir bakkanum, og í dag høvdu vit kendan loðs – Pól Sundskarð. Stuttlig staðanøvn á leiðini: m.a. Sker Ísak - Posaklettur og Fjórðingsgjóta. Marknagjógv (sigandi navn) er hagamark millum árnfirðingar og klaksvíkingar. Kvígingadalur er væl vallaður, og tann rustreyði heystarliturin er framúr.
Vatnið á Kvígingadali er fitt og lítið. Tað er grunt, og tað er nógvur grovur vøkstur eftir øllum botninum. Frá vatninum fóru vit um Agnurð og Kvígingaskarð og til Klaksvíkar.
- Fínur túrur, og tann hugnaligi matarsteðgurin í tí fitta húsinum á Kvígingadali taldi eisini við.