Gott at vita

Safe to Visit

Í samband við korona er ein handbók gjørd í samband við ferðavinnu:

Gøtur og leiðir

Flestu leiðirnar, ið eru at finna á heimasíðuni, eru gamlar bygdagøtur. Áðrenn vegir vórðu gjørdir, vórðu hesar gøtur nýttar ímillum bygdir, tá ið farast skuldi til handils, at vitja kenningar, á ting ella í kirkju. Bygdagøturnar vórðu eisini nýttar sum farleiðir, tá ið kistur vórðu bornar til nærmstu kirkju ísambandi við jarðarferðir. Gomlu bygdagøturnar eru knýttar saman við varðum,  rúgvum av gróti, ið eru lagaðar sum vegvísarar, so ein ikki villist á leiðini.

Nakrar leiðir eru ikki bygdagøtur, men eru elligamlar gøtur, ið eru vornar slóðaðar ígjøgnum tíðirnar, so sum fjallagøturnar Slættaratindur, Bøsdalafossur og Klakkur.

Flestu varðar eru í góðum standi. Á sumum leiðum kunnu varðarnir vera ringir at finna í vánaligum sýni, ímeðan sjálv gøtan er góð at síggja. Á summul leiðum er gøtan merkt við timbur-steyrum, ið eru settir í jørðina. Onkrar leiðir eru, har hvørki varðar, timbursteyrar ella niðurtraðkað gøta er at finna. Víst verður til hesar leiðir við at vísa til mastrar, bygningar, hall í lendinum, gil og onnur frábrigdi, ið vísa tær ta røttu leiðina.

Túralongd og torleikastig

Hvør túrur er frámerktur við túralongd. Um ikki annað er frámerkt, umboðar frámerkta tíðin túrin fram og aftur. Tíðin umboðar ta tíð, ið tað tekur einum vaksnum persóni at ganga við vanligari gonguferð. Mattíðir ella aðrir steðgir eru ikki við upplýstu tíðini.

Torleikastigið er eisini frámerkt, og um túrurin er ráðilgur fyri børn. Torleikastigið er sett eftir hvussu bratt lendið er, hvussu ósløtt og illgongd leiðin er, og hvussu langa tíð tað tekur at gjøgnumføra túrin. Tað kann verða torført at seta neyvan aldur á, um ein túrur er egnaður fyri børn ella ikki, tí børn kunnu vera so ymisk. T.d. kann eitt 8 ára gamalt barn í góðum formi væl klára ein sjey kilometra langan túr, ið eitt 12 ára gamalt barn, ið ikki er kropsliga væl fyri, upplivir sum ein torføran túr. Tí er tað av stórsta týdningi, at vaksin taka atlit til kropsliga førleikan hjá barninum, saman við royndum frá undanfarnum túrum, við í avgerðina um, hvørt eitt barn skal taka lut á einum túri ella ikki.

Fauna og mentanararvir

Tað er ríkt fuglalív á fleiri av oyggjunum at taka atlit til: Likka, mási, mýrisnípa, lógv, skúgvur, ravnur og kráka fyri at nevna nakrar. Seyðir, gæs og hara eru eisini at finna í náttúruni.

Uttanfyri bygt øki fæst eisini ein mynd av, hvussu fólk hava búleikast í farnari tíð. Úthús úr gróti, bátaneyst, veltir teigar, torvlendi og torvkráir vísa okkum, hvussu tætt at náttúruni fólk hevur búleikast. Tú sært leivdir av gomlum gróthúsum, eldstøðum, seyðahúsum, rættargarðar og fransatoftir, ið eru leivdir av serligum tilhaldsstøðum, har fólk leitaðu sær skjól í fjøllunum undan sjórænarum í gomlum døgum.

Vís náttúruni ans

Náttúran er viðkvom. Hon skal tí viðfarast skynsamliga og varðveitast til okkara eftirkomarar.

- Fylg altíð varðunum ella øðrum frámerkjum, og far ikki av gøtuni út í bø ella haga
- Lat altíð portur aftur eftir teg
- Far væl um varðar, hegn og grótgarðar 
- Ikki órógva fugl, seyð, vøkstir og annan fenað
- Tað er ikki loyvt at heinta blómur, at taka steinar, egg ella ungar
- Tað er vanligt at taka upp lesull av seyði
- Tveit ikki órudd í náttúruna
- Ansa eftir leysum gróti,  serliga tá ið ferðast verður í flokki
- Far ikki í bleytlendi, tí tað kann vera lívshættisligt
- Tað er ikki loyvt at hava hund við í haga
- Tað er ikki loyvt at súkkla ella nýta motor akfør á gøtum og í haga

Rotta

Umhvørvisstovan er í samstarvi við kommunurnar farin undir at skipa arbeiði at týna rottu bæði í bygdum øki og í haganum. Í haganum er tí rottueitur til at basa rottuni.

Rotta ger stóran skaða bæði í bygdum økið og í náttúruni. Í bygdum økið, ger hon skaða á bygningar, spillivatnsleiðingar og annað, og í náttúruni ger hon skaða á náttúruvirðir, herímillum okkara fugl. Harafturat er rotta smittuberari av nógvum sjúkum.

Í Føroyum er rotta á nógvum oyggjum, bæði í bygdum øki og haganum. Í hesum oyggjum verður rottutýning framd, og tískil er útgerð at síggja ymsastaðni í náttúruni. Hetta eru kassar ella rør við rottueitri. Tað er týdningarmikið at ferðafólk lata hesa útgerð fáa frið, og at hon ikki verður órógvað ella flutt tað minsta.

Rottufríu oyggjarnar í Føroyum eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun og hólmarnir, Mykineshólmur, Trøllhøvdi, Tindhólmur og Gáshólmur. Í hesum oyggjum verður yvirvøka framd, og tískil verður útgerð til hetta endamál av og á sett upp í náttúruni. Hetta er tunlar við blekkpappíri í og vokspinnar. Útgerðin kann geva ábendingar um rotta er á staðnum.

Tað verður staðiliga heitt á øll ferðandi í føroysku náttúruni, um ikki at flyta ella nerta hesa útgerð. Eisini vilja vit heita á øll ferðafólk um ikki at tveita mat í náttúruni, tí tað hjálpir rottu at yvirliva.

Klæðir og útgerð

- Ver altíð ílætin eftir veðurlagnum. Veðrið í Føroyum broytist skjótt, sjálvt á sumri, og tí er gott at hava eyka klæðir við á túrinum.  Hav altíð húgvu og hanskar við á ferðini.

- Nógvastaðnis er vátt og grýtugt lendi. Tí verður tilrátt at nýta góðar fjallaskógvar / stivlar við grovum sáli. Gummistivlar við grovmynstraðum botni kunnu eisini nýtast. Minst til at skógvar og stivlar skulu vera “tilgingnir”.  Far ikki langar gongutúrar í nýggjum skóm.

- Vit mæla til at tú letur teg í fleiri løg av tunnum klæðum, helst ullint klæði innast at kroppinum, eftir sum veðrið er. Ull og “fleece” eru best egnað, tí hesi halda hitan, hóast klæðini gerast vát. Uttasta klæðið kann vera ein vind-tættur-,  og um gjørligt, vatn-tættur jakki.

- Í sera brøttum lendi verður frámælt at nýta “nylon-klæði”, tí hesi kunnu gerast sera hál. Har tað er gjørligt, skal tú lata teg úr “nylon-jakkanum”, áðrenn tú fert í brattlendi.

- Fartelefonin kann bjarga lív. Minst til at løða telefonina áðrenn fráferð, og hav eyka battarí við á longri túrum. Gev gætur at tað ikki er mobil-samband allastaðnis.

- Høvulykt, kumpass og floyta kunnu vera hent í neyðstøðu, ella um tú gongur teg í mjørka ella myrkur.

- Hav altíð mat, drekka og okkurt søtt við, - eisini á styttri túrum.

- Eitt gps-kort yvir túrin er avgerandi til leið-tólið.

OFF WE GO

- Sig altíð heimafólki frá, hvar tú ætlar at ganga. Lat tey fáa at vita, nær tú ætlar at koma á mál.

- Ferðast altíð saman við øðrum – ikki eina.

- Himprast ikki við at spyrja staðkend ella roynd fólk um leið, verður og vind og um aðra kunning.

- Sýn varsemi í grýtugtum økjum, serliga tá ið tit eru fleiri í bólki. Avgeri frammanundan, hvussu tit ætla at ganga fyri ikki at verða til vanda fyri hvønn annan.

- Far ikki tætt at hamarstromum. Ver serliga ansin í vátlendi, - hamrarnir kunnu gersast sera hálir.

- Ansa sera væl eftir børnum.

Tak atlit til veður og vind

- Kanna altíð veðrið við atliti til umstøðurnar at ganga.

- Far ikki í fjøllini í mjørka ella myrki.

- Gev gætur at veðurforsagnir kunnu verða skeivar, ella at veðrið bráðliga kann broytast, eftir at tú ert farin í hagan.

- Gongur tú teg í mjørka, so halt teg til varðarnar. Um tú ikki sært næsta varða, bíða so til tokan lættir og royn annar at halda hita í kroppinum.

- Vend aftur,  um tað letur seg gera, tá okkurt gongur galið. Tað er eingin skomm ikki at gjøgnumføra ein fjallatúr.

- Ver altíð væl ílætin, helst í fleiri settum av klæðum. Veðurlagið broytist skjótt í Føroyum.

Kort

Topografisk kort á heimasíðuni eru frá Dansk Kort og Matrikelstyrelsen, 1991.

Digital kort

Digital kort (GPX) av rutum á heimasíðuni fáast til iPhone og Android og kunnu útvegast frá www.pol.fo

Almennar leiðir

Ferðasamband fyri bussar og ferjur síggjast á www.ssl.fo ella far á nærmastu Kunningarstovu.

Neyhjálp

Ring 112 fyri allari neyðhjálp í øllum Føroyum.