Ítróttarmaðurin Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.

Longu sum heilt ungur skaraði Pól framúr sum ítróttarmaður í fleiri ítróttargreinum.

Serliga var tað fótbólturin, ið Pól spældi í mong ár í bestu deildini hjá KÍ. Pól hevur eisini spælt á føroyska fótbóltslandsliðinum.

Umframt fótbólt var Pól kringur borðtennis- og badmintonleikari.

Áhugin fyri renning á ekstremum stigi vaknaði seint.

Fyrsta stigið ímóti einum sunnari livistíli varð tikið í 2004, tá ið Pól hálsaði um, tí bæði lvsíháttur og kropsvekt vóru farin av leið.

Fyrsta málið var at venja fram ímóti einum maratonteigi, ið hann skjótt legði aftur um seg. Eftir at hava runnið nøkur vanlig maraton varð honum skjótt greitt, at eitt maraton var ov lítil avbjóðing, og síðani hava málini, ið hann hevur sett sær, bara verið hægri og hægri.

Her eru nøkur av brøgdunum hjá Póli:

  • Í 2009 setti Pól sær sum mál at renna 100 km í einum teini.
  • Í 2010 megnaði Pól at renna 7 maraton í 6 dagar.
  • Í 2011 rann Pól ein tein, sum er 186 km. í 24 tímar.
  • Í 2012 vóru fjallatúrar stóra avbjóðingin hjá Póli, og hetta árið var hann 10 ferðir á øllum teimum føroysku fjallatindunum, ið eru oman fyri 800 metrar, samantalt 100 túrar.
  • 2013 Øll Viðoyggin á tamb og øll tey 320 føroysku fjøllini í 6 mánaðir. Spartlaton Spartatlon? í Grikkalandi miseydnaðist hetta árið, so í staðin setti hann sær fyri at renna úr Gásadali til Viðareiðis í einum teini í ringasta ódnarveðri.
  • Í 2014 gekst betur í Grikkalandi. Megnaði at gjøgnumføra Spartlaton, ið er 246 km langur teinur.
  • Í 2015 rann Pól 526 km. eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg sum fyrsta par í Føroyum allar teir 340 føroysku fjallatindarnar.
  • Í 2016 stóð Suðuroy fyri tørni, og Pól vitjaði allar fjallatindarnar og legði 123 km. aftur um seg í 33 tímar.