Ravnsfjall 269m (Ravnsinsfjall) Middagsfjall 343m, Ritubergsnøva 376mog Trælanípan 142m.
Rutan
Oyggj:
Vágar
Torleikastig:
Miðaltúrur Hesin túrurin byrjar í Miðvági. Tá ið tú fert úr Sandavági til Miðvágs, kemur tú til Kirkjar, og har við kirkjuna snarar tú til vinstru og koyrir út ímóti Jansagerði, niðan til tann ovasta vegin, sum er uppdyrkingarvegur. Har setir tú bilin: Hesin túrurin endar á sama stað.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.