Hægstafjall, Melin og Reynið
Rutan
Oyggj:
Streymoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
6 - 10 KM Túrurin byrjar í Vestmanna. Tá ið tú kemur til Vestmanna, snara til høgru og koyr til tú kemur til skúlan. Halt fram og snara til høgru. Koyr niðan til tann ovasta vegin í Vestmanna har, ið brandstøðin er. Túrurin byrjar og endar har.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.