Fjallið og Hægstafjall, Haldórsvík
Rutan
Vit koyra til Halldórsvíkar og seta bilin norðast í bygdini við eitt stórt grótbrot. Túrurin endar mitt í bygdini, tá ið komið verður oman hagar, ið tann stóra áin er, og fylgir bygdagøtuni oman á vegin.
Skúgvur:
Tað er serliga tá tað nærkast klekingini um seinnu helvt av juli at hann mest aggresivur. Tá flýgir hann og stoytir seg ímóti teimum sum koma ov nær, ja enntá kunnu onkrir finna uppá at sláa við beinunum. Hetta kann virka sera ræðandi, men tað er ikki farligt. Tað besta er bert at halda leiðina víðari, soleiðis at tú kemur burturfrá reiðrinum ella pisuni so skjótt sum gjørligt. Skúgvur reiðrast næstan altíð í vátlendi, so um tú vilt sleppa undan skúgvabølunum, er at halda seg frá tí lendinum. Og hav í huganum at foreldrini gera bert tað sum vit øll høvdu gjørt fyri at verja okkara avkom!
Umsitara:
Fjallið og Hægstafjall Martin Hammer. Nr. 222138