Heyggjurin Mikli, Húgvan og Eggjarmúli
Rutan
Túrurin byrjar í Tjørnuvík og tað eru tveir møguleikar. Annaðhvørt fylgir tú bygdargøtuni til Saksunar ella fert tú fram við bygdarhúsinum til høgru og fylgir teimum hvítu steinunum.
Skúgvur:
Á hesi leið, er serliga tá tað nærkast klekingini um seinnu helvt av juli at hann mest aggresivur. Tá flýgir hann og stoytir seg ímóti teimum sum koma ov nær, ja enntá kunnu onkrir finna uppá at sláa við beinunum. Hetta kann virka sera ræðandi, men tað er ikki farligt. Tað besta er bert at halda leiðina víðari, soleiðis at tú kemur burturfrá reiðrinum ella pisuni so skjótt sum gjørligt. Skúgvur reiðrast næstan altíð í vátlendi, so um tú vilt sleppa undan skúgvabølunum, er at halda seg frá tí lendinum. Og hav í huganum at foreldrini gera bert tað sum vit øll høvdu gjørt fyri at verja okkara avkom!
Umsitara
Jóhan Jógvanson
Hjørleif