Mosarøkur, Bøllufjall, Moskursfjall, Múlin Stígarnar og Miðalfelli
Rutan
Oyggj:
Streymoy
Torleikastig:
Tungur túrur
Longd:
16 - 20 km Túrurin byrjar, tá komið er til Vestmanna. Áðrenn tú kemur til Magnstøðina snarar tú til høgru og aftur til høgru og koyrir niðan til tað ovasta húsið í Vestmanna. Snarar til vinstru. Tá ið tú kemur til ta niðaru byrgingina, har á rennur mitt oman í vatnið, setur tú bilin og fert til gongu. Tú kemur oman aftur á sama stað.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.