Eiðiskollur (Borgin)
Rutan
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM Eiðiskollur er hálvoyggj norðast í Eysturoynni og verjir gomlu landnamsbygdina Eiði fyri høgættini.
Útsýnið av Kollinum er serstakt. Opið hav, og fyri eystan og vestan síggjast landoddarnir á hinum oyggjunum. Eisini sæst niður á tey bæði “Risan og Kellingina”, sum eisini eru kend úr søgnini.
Kollurin er serligur, tá tosað verður um gróður, og er tað tí, at har beitir ikki seyður um summarið. Tí sæst gróður har, sum annars ikki sæst í høgum flest kring um í Føroyum.
Nógv ymisk sløg av fugli eiga eisini har m.a. havhestur, lundi, tjógvi, tjaldur, spógvi, kráka, ravnur, æða, teisti, álka, skarvur, villgás og ymisk másasløg.
Eigari: Jan Thomsen 272340
Til ber at bíleggja túr her https://hiking.fo/products/293/eidiskollur
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.