Fuglafjørður - Hellurnar
Rutan
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
6 - 10 KM
Túrurin byrjar við fótbóltsvøllin. Tak leiðina niðanfrá vøllinum niðan á bygdavegin. Far síðani eftir bygdavegnum 2-300 metur niðan ímóti dalinum til komið verður til hagaportrið. Gøtan er ikki løtt at síggja, men hyggur tú til høgru er fyrsti varðin einar 500 metrar uppi í haganum. Fylg varðunum niðan á Skarð, har tveir stórir varðar eru. Leiðin oman til Hellurnar er løtt oman til Spreingisbrekku. Haðani er leiðin brøtt til tú kemur til bygdaportrið á Hellunum.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.