Kambsdalur - Skálabotn

Send fyrispurning

Rutan

Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
6 - 10 KM
Besta ætt:
Útsynningur, Vestan

Túrurin byrjar við Barnagarðin í Kambsdali. Gøtan byrjar við ánna. Her er eingin týðulig slóð at fylgja, men tak teg niðanfrá til vinstru (sunnan). Leiðin gongur yvir torvheiðar niðan á Skarðsbrúgv, her er ein kliv. Ovast í klivini kemur tú niðan á Skarðsbrúgv har tann fyrsti varðin er at finna. Fylg varðunum til Trælavatn, halt teg til norðursíðuna og fylg gomlu varðagøtuni. Tak leiðina til Rossastígar, ið er eitt sindur brøtt. Hygg oman ímóti slættanum, so sær tú varðarnar, ið tú skalt fylgja. Oman ímóti Tundradalur er best at ganga fram við ánni sunnantil (á vinstru síðu). Túrurin endar niðri á høvuðsvegnum við bensin-støðina í Skálabotni.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Kambsdalur 4,6 m/s 6,6° Vestan 10,8 m/s 04:55

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Eysturoy

Ánasandur millum Skipanes og Skálabotn til Kambsdal

Ánasandur millum Skipanes og Skálabotn til Kambsdal
Les meira

Borgin, Róvin, Húsafelli, Mjóstíggjur, Altarið, Slætnatindur og Hjarðardalstindur (Hesturin) Fuglafjørður

Borgin, Róvin, Húsafelli, Mjóstíggjur, Altarið, Slætnatindur og Hjarðardalstindur
Les meira

Brigðufelli, Fjallið, Klórarin, Kambur, Slættafelli og Borgarfelli omanfyri Skála og Strendur

Brigðufelli, Fjallið, Klórarin, Kambur, Slættafelli og Borgarfelli omanfyri Skála og Strendur
Les meira

Dalkinsfjall

Dalkinsfjall
Les meira

Eiðiskollur (Borgin)

Eiðiskollur (Borgin)
Les meira

Eystnes, Vørðan, Húkslond, Høganes, Vatnfelli, Gásafelli, Glyvrafjall, Høgaleiti og Hæddin

Eystnes, Vørðan, Húkslond, Høganes, Vatnfelli, Gásafelli, Glyvrafjall, Høgaleiti og Hæddin
Les meira
Vís fleiri