Kambsdalur - Skálabotn
Rutan
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
6 - 10 KM Túrurin byrjar við Barnagarðin í Kambsdali. Gøtan byrjar við ánna. Her er eingin týðulig slóð at fylgja, men tak teg niðanfrá til vinstru (sunnan). Leiðin gongur yvir torvheiðar niðan á Skarðsbrúgv, her er ein kliv. Ovast í klivini kemur tú niðan á Skarðsbrúgv har tann fyrsti varðin er at finna. Fylg varðunum til Trælavatn, halt teg til norðursíðuna og fylg gomlu varðagøtuni. Tak leiðina til Rossastígar, ið er eitt sindur brøtt. Hygg oman ímóti slættanum, so sær tú varðarnar, ið tú skalt fylgja. Oman ímóti Tundradalur er best at ganga fram við ánni sunnantil (á vinstru síðu). Túrurin endar niðri á høvuðsvegnum við bensin-støðina í Skálabotni.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.