Bøur - Gásadal
Rutan
Oyggj:
Vágar
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
6 - 10 KM Bólkatúrur niðan til Gásadal
Beint áðrenn tunnilin til Gásadals á vinstu hond er ein vegur. Túrurin byrjar við endan á hesum vegi. Møguleiki er at parkera við hendan veg. Fyrsta strekkið er mótbrekka, men við fantasiskum útsýni yvir Sørvágsfjørð og Mykines. Á túrinum verður steðgað við Líkstein, Kelduna Vívd og Risanshal har søgur verða fortaldar. Túrurin endar niðri í Gásadalsbygd.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.