Æðuvík - Nes eftir bygdagøtuni

Send fyrispurning

Rutan

Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM

  Á veg niðaná úr Æðuvík verður gingið gjøgnum Promsgil. Fyrr í tíðini skundaðu fólk sær fram við Promsgili, tí her søgdust búgva huldufólk. Síðani gongur leiðin fram við Amtmansheiðum. Heiðarnir hava fingið hetta navnið av tí, at her varð torv skorið til amtmannin. Komin heilt niðaná er útsýni yvir Skorðina á Borðoynni, Nólsoynna, Gásafelli, Glyvrafjall, Stórafjall, Støðlafjall, Tyril og Strandafjall. 

Á túrinum gongur leiðin fram við Fransakrógv. Krógvin hevur fingið navnið eftir eini konu, sum nevndist Maria. Maria tænti í prestagarðinum á Nesi og gekk eftir torvi í Fransakrógv. Hon varð søgd vera eitt satt konubrot. Túrurin gongur yvir gamlar torvheiðar. Lendið er slætt og gott at ganga á og varðarnir eru í góðum standi.

     Leiðin gongur eisini niðan á  Vørðuna (160m), har útsýnið er sera vakurt yvir Nólsoynna, Sandoynna, Streymoynna, Kaldbaksfjørð, Kollafjørð, Skálafjørð og Sundalagið.

  Tá tað nærkast Nesi verður gingið gjøggnum Fornagjógv. Her er útsýni yvir  Starvatn og Kornvatn. 

  Frá seinasta varðanum eru  umleið 200m til portrið, Fornalið. Frá portrinum eru umleið 150m til varðagøtuskeltið niðri á vegnum.

Túrurin endar á Nesi, har gamli prestagarðurin verður vitjaður.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Runavík 4,5 m/s 7,1° Landnyrðingur 9,2 m/s 20:30

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Eysturoy

Ánasandur millum Skipanes og Skálabotn til Kambsdal

Ánasandur millum Skipanes og Skálabotn til Kambsdal
Les meira

Borgin, Róvin, Húsafelli, Mjóstíggjur, Altarið, Slætnatindur og Hjarðardalstindur (Hesturin) Fuglafjørður

Borgin, Róvin, Húsafelli, Mjóstíggjur, Altarið, Slætnatindur og Hjarðardalstindur
Les meira

Brigðufelli, Fjallið, Klórarin, Kambur, Slættafelli og Borgarfelli omanfyri Skála og Strendur

Brigðufelli, Fjallið, Klórarin, Kambur, Slættafelli og Borgarfelli omanfyri Skála og Strendur
Les meira

Dalkinsfjall

Dalkinsfjall
Les meira

Eiðiskollur (Borgin)

Eiðiskollur (Borgin)
Les meira

Eystnes, Vørðan, Húkslond, Høganes, Vatnfelli, Gásafelli, Glyvrafjall, Høgaleiti og Hæddin

Eystnes, Vørðan, Húkslond, Høganes, Vatnfelli, Gásafelli, Glyvrafjall, Høgaleiti og Hæddin
Les meira
Vís fleiri