Æðuvík - Nes eftir bygdagøtuni
Rutan
Á veg niðaná úr Æðuvík verður gingið gjøgnum Promsgil. Fyrr í tíðini skundaðu fólk sær fram við Promsgili, tí her søgdust búgva huldufólk. Síðani gongur leiðin fram við Amtmansheiðum. Heiðarnir hava fingið hetta navnið av tí, at her varð torv skorið til amtmannin. Komin heilt niðaná er útsýni yvir Skorðina á Borðoynni, Nólsoynna, Gásafelli, Glyvrafjall, Stórafjall, Støðlafjall, Tyril og Strandafjall.
Á túrinum gongur leiðin fram við Fransakrógv. Krógvin hevur fingið navnið eftir eini konu, sum nevndist Maria. Maria tænti í prestagarðinum á Nesi og gekk eftir torvi í Fransakrógv. Hon varð søgd vera eitt satt konubrot. Túrurin gongur yvir gamlar torvheiðar. Lendið er slætt og gott at ganga á og varðarnir eru í góðum standi.
Leiðin gongur eisini niðan á Vørðuna (160m), har útsýnið er sera vakurt yvir Nólsoynna, Sandoynna, Streymoynna, Kaldbaksfjørð, Kollafjørð, Skálafjørð og Sundalagið.
Tá tað nærkast Nesi verður gingið gjøggnum Fornagjógv. Her er útsýni yvir Starvatn og Kornvatn.
Frá seinasta varðanum eru umleið 200m til portrið, Fornalið. Frá portrinum eru umleið 150m til varðagøtuskeltið niðri á vegnum.
Túrurin endar á Nesi, har gamli prestagarðurin verður vitjaður.