Út á Draga (Eingilskmannahúsið)
Rutan
Ritan siglir úr Hvannasundi kl 8.45
Ein vakur og lættur túrur. Kanst tú ganga í haganum, kanst tú ganga henda túrin. Longdin er uml. 2,5 km hvønn vegin.
Túrurin byrjar í bygdini, og gingið verður út á Dragan til útkikkspostin frá seinna heimsbardaga. Eisini verður víst á fleygasessin uttan Draga.
Her høvdu bretar útkikk eftir týskum kavbátum undir seinna heimsbardaga, tá útsýnið er avbera gott av Draganum eystur í hav. Á veg út verður gingið gjøgnum heiðalendi við sera nógvum heiðafugli. Helst eitt tað fuglaríkasta øki í so máta í Føroyum. Eisini síggja vit torvheiðar og gomul torvhús á vegnum.
Av fugli á heiðini kunnu vit síggja og hoyra spógvar, láir, kjógvar, ternu, æðu, summargrátítling, grágás og fleiri másasløg. Í berginum er havhestur, lundi og skarvur.
Í urðunum og fram við landinum heldur tann vakri teistin til. Á vegnum kunnu vit eisini síggja ta serligu føroysku heimagásina, sum víkingarnir høvdu við til Føroya. Og sjálvandi síggja vit seyð, sum liggur á beiti.
https://mapstreetview.com/#112tza_-3ry87_7i.a_5b41
Eigari avhaganun
Jógvan Edmund á Geilini