Út á Draga (Eingilskmannahúsið)

Send fyrispurning

Rutan

Oyggj:
Svínoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Útsynningur, Vestan
Út á Draga (Eingilskmannahúsið)

Ritan siglir úr Hvannasundi kl 8.45


Ein vakur og lættur túrur. Kanst tú ganga í haganum, kanst tú ganga henda túrin. Longdin er uml. 2,5 km hvønn vegin.
Túrurin byrjar í bygdini, og gingið verður út á Dragan til útkikkspostin frá seinna heimsbardaga. Eisini verður víst á fleygasessin uttan Draga.
Her høvdu bretar útkikk eftir týskum kavbátum undir seinna heimsbardaga, tá útsýnið er avbera gott av Draganum eystur í hav. Á veg út verður gingið gjøgnum heiðalendi við sera nógvum heiðafugli. Helst eitt tað fuglaríkasta øki í so máta í Føroyum. Eisini síggja vit torvheiðar og gomul torvhús á vegnum.
Av fugli á heiðini kunnu vit síggja og hoyra spógvar, láir, kjógvar, ternu, æðu, summargrátítling, grágás og fleiri másasløg. Í berginum er havhestur, lundi og skarvur.
Í urðunum og fram við landinum heldur tann vakri teistin til. Á vegnum kunnu vit eisini síggja ta serligu føroysku heimagásina, sum víkingarnir høvdu við til Føroya. Og sjálvandi síggja vit seyð, sum liggur á beiti.

 https://mapstreetview.com/#112tza_-3ry87_7i.a_5b41

Eigari avhaganun

Jógvan Edmund á Geilini

 

Send fyrispurning

Veðrið nú

Dalavegur til Viðareiðis 1,6 m/s 0,7° Sunnan 2,9 m/s 01:40

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Svínoy

Havnartindur 586m Keldufjall 463m Knúkur, vestari 463m Knúkur 460m Múlin 443m Middagur 422m Eysturhøvdið 344m

Svínoy Havnartindur 586m Keldufjall 463m Knúkur, vestari 463m Knúkur 460m Múlin 443m Middagur 422m Eysturhøvdið 344m
Les meira

Svínoy fyri Handan Fjøll eftir Varðagøtuni

Svínoy fyri Handan Fjøll eftir Varðagøtuni
Les meira

Svínoy yvir í Havnina

Svínoy to Havn
Les meira
Vís fleiri