Havnartindur 586m Keldufjall 463m Knúkur, vestari 463m Knúkur 460m Múlin 443m Middagur 422m Eysturhøvdið 344m
Rutan
Vevmynd av Fugloy til Svínoynna http://vedrid.fo/Webcam/fugl.jpg?t=1567685019863
Túrurin byrjar í Hvannasundi, og haðan fert tú við strandferðsluskipinum Ritini út til Svínoyar. Tað veldst um ættina, hvar tú fert í land. Er lágætt, er tað á Eiðinum, á høgætt verður siglt til Svínoyar bygd. Til ber at byrja túrarnar í báðum støðum. Set teg í samband við strandferðslumannin og spyr, nær báturin kemur aftur.
Skúgvur:
Tað er serliga tá tað nærkast klekingini um seinnu helvt av juli at hann mest aggresivur. Tá flýgir hann og stoytir seg ímóti teimum sum koma ov nær, ja enntá kunnu onkrir finna uppá at sláa við beinunum. Hetta kann virka sera ræðandi, men tað er ikki farligt. Tað besta er bert at halda leiðina víðari, soleiðis at tú kemur burturfrá reiðrinum ella pisuni so skjótt sum gjørligt. Skúgvur reiðrast næstan altíð í vátlendi, so um tú vilt sleppa undan skúgvabølunum, er at halda seg frá tí lendinum. Og hav í huganum at foreldrini gera bert tað sum vit øll høvdu gjørt fyri at verja okkara avkom!
Eysturhøvdi Petur Danielsen 264630
Fyri Handan Fjøll Jógvan Edmund á Geilini 451276
Fyri Handantúnstriðingur Eyðun Jacobsen
Keldufjall Jógvan Kristin Joensen