Skæling - Norðadalur

Send fyrispurning

Rutan

Oyggj:
Streymoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
6 - 10 KM
Besta ætt:
Norðan, Útnyrðingur
Skæling - Norðadalur

Henda gøtan gongur í stórslignum lendi frá Skælingi og suður eftir vestursíðuni á oynni: gjøgnum Gjáarbotn, Skoradal og Vatnsdal. Gingið verður fyrst í líðini  undir Skælingsfjalli. Eftir uml. ein tíma kemur tú í Gjáarbotn, har ein snórabein gjógv sker seg inn í lendið. Her í botninum er náttúran ógvuslig og ikki sørt hulduslig. Omanfyri sæst beint niðan undir Stígareynini. Tey eru partur av Streymoyarsyllini, einum lavainnskoti, ið bleiv til súlugrót fyri á leið 60 mió. árum síðani, tá ið landið varð til. Úti fyri er frítt útsýni yvir á Oknadal í Vágum og norð gjøgnum Vestmannasund. Frá rættini í Gjáarbotni gongur varðagøtan niðan á Skoradalsegg. Komin uppá, sæst alt Skælingsfjall úr fjøru í fjallatind. Har niðan plaga fólk at fara til at síggja sólsetur og sólarris longsta dag, og gamalt var, at tey dansaðu føroyskan dans til at halda hitanum, meðan bíðað varð eftir sólarrisi. Leingi varð hildið, at Skælingsfjall var hægsta fjall á Streymoynni. Ei undur í, tí her sæst øll hæddin, 767m, í einum, meðan onnur høg fjøll, eisini uttanlands, ofta liggja inni á fjallalendi, og tí ikki sýnast so høg, sum tey veruliga eru.

Dalurin, tú nú hevur fyri tær, er Skoradalur, ein vakur vallaður dalur við frálíkum útsýni yvir á Trøllkonufingur, Krosstind, Malinstind og Heldarstind í Vágum. Um Skoradal sigur søgnin, at Norðradalsbóndin og Skælingsbóndin vóru ósamdir um, hvør ið átti henda dalin. Teir gjørdu av at berjast um tað, og Skælingsbóndin vann. Norðradalsbóndin, Stroyur, lat lív í bardaganum og sigst vera grivin undir Stroyurskletti á Vatnsdalsegg, sum er næsti ásur, farast skal um.

Tá komið er um Vatnsdalsegg, síggjast vøtnini Oman fyri Stígar og oyggjarnar suður í havi: Koltur, Hest, Sandoyggin og eisini aðrar, um klárt er. Til vinstru  stendur Sornfelli, síðan kemur Fjallið millum Botna og Núgvan. Nú er bert eftir at ganga omanav við Áarstíggjafoss og gjøgnum torvheiðarnar niðanfyri, til komið er oman á vegin.

Tá ið komið er oman á vegin er vert at venda sær við og hyggja at longu røðini av súlugróti, sum gongur sum ein grótrond upp í Núgvuna og næstan líkist einari ovurstórari, upptodnaðari skorpu. Hetta er suðurendin á Streymoyarsyllini, ið er eitt 9 km langt strekki av súlugróti, sum er so sjónligt her, tí jarðlagið, sum lá omaná, tá ið hetta fyribrigdi skaptist, er máað burtur undir ístíðini. Stabbagrótið her er upp í 20 m høgt.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Norðradalsskarð 11,5 m/s 5,2° Landnyrðingur 15,4 m/s 16:00

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Streymoy

Kvívík Vestmanna

Kvívík Vestmanna
Les meira

Ørvisfelli

Ørvisfelli
Les meira

Argir Kirkjubø

Argir Kirkjubø, Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri,
Les meira

Borgin, Kopenni, Dirðilsendi (Malaknúkur) Torskorarhorn og Pætursfjall

Borgin, Kopenni, Dirðilsendi (Malaknúkur) Torskorarhorn og Pætursfjall
Les meira

Dyllan, Vørlufjalll, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar

Dyllan, Vørlufjall, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar
Les meira

Egilsfjall og Gásafelli

Set bilin við tað stóra parkeringsplássi á landsvegnum omanfyri Kvívík.
Les meira
Vís fleiri