Føgrulíð

Send fyrispurning

Rutan

Oyggj:
Borðoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Útsynningur, Vestan
120 ára haldi síðani Háskúlin byrjaði

Her eru Røðurnar hjá Anniku Waag og Heina Gaard

Røðan sum langabbasonur Rasmus á Háskúlanun Heini Gaard helt í Føgrulíð.

Góðu fundarfólk

Takk fyri innbjóðingina at siga nøkur ár her í Føgrulíð, nú 120 ár eru liðin, síðani Føroya fólkaháskúli lat dyrnar upp fyri fyrstu 16 háskúlanæmingunum á heysti í 1899. Her er ikki nógv at síggja í Føgrulíð í dag - men ímyndi tykkum tað virksemi, ið var - fyrst á Stongunum og árið eftir her í Føgrulíð. Og ímyndi tykkum tann andan, sum fekk tveir ungar menn, Rasmus á Háskúlanum og Símun av Skarði, til at byggja ein frían skúla her, lagaður við gróti, smíðaður við timbri, uttan stórvegis pening, men við einum anda, sum drívmegi. Einum máli fyri, hvat er týdningarmikið í lívinum.

Til tykkum, sum ikki kenna meg, so var Rasmus á Háskúlanum, langabbi mín. Hann var føddur 13. August 1871 og andaðist 5. Oktober 1962. Hann var doyptur Rasmus Rasmussen. Í skaldskapi var hann kendur sum Regin í Líð, men millum manna var hann best kendur sum Rasmus á Háskúlanum. Eg eri føddur í 1973, og tí untist tað mær ongantíð at heilsa uppá langabban. Hóast tað, so havi eg havt gagn og stóra gleði av arvi hansara og Símunar. Rasmus á Háskúlanum og Símun av Skarði løgdu stóran mentanararv eftir sær  - ikki bert til okkum í familjuni, men til øll. Burturúr rúgvuni hjá Rasmusi kunnu nevnast fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli, Bábilstornið. Føroya flora, ið enn stendur á hillunum hjá fólki við náttúrufrøðiligum áhuga og ikki minst Føroya Fólkaháskúli, sum hann stovnaði og bygdi saman við Símuni av Skarði, bert 28 ára gamal.

Tað er eyðsæð fyri øll, sum kenna søguna, hvørja ávirkan háskúlarørslan hevur havt í norðurlondum og hvørja ávirkan -  mentanarliga – háskúlin hevur havt her heima hjá okkum.

Men nógv av tí, sum hesir báðir løgdu eftir sær, kann ikki mátast eftir nútíðarinnar mest brúktu mátistokkum.  Virksemið á háskúlanum sæst ikki aftur í tátíðarinnar bruttotjóðarúrtøku. Tað sæst heldur ikki aftur í handilsjavnanum ella í útflutningsvirði landsins. Tú kanst hyggja øll landsins roknskapartøl í gjøgnum. Háskúlin hevur gjøgnum árini fingið stuðul frá landinum og eisini onkrari kommunu, so í besta føri kemur tú til ta niðurstøðu, at Føroya fólkaháskúli var ein útreiðsla. Takk havi lov fyri, at nútíðarinnar cost/benifit greiningar ikki vóru til fyri 120 árum síðani. Tí hóast avkastið frá hesum fría skúla, har mentan, kærleiki til landið og ósjálvsøkin næstakærleiki vóru hornasteinar, ikki var eitt, sum kundi mátast í BTÚ, so var avkastið stórt. Tann andin, sum Føroya fólkaháskúli var bygdur við, livir enn, hóast tíðirnar eru aðrar.

Í eini røðu 1. November 1949, tá ið Háskúlin rundaði eina hálva øld, nemur Rasmus á Háskúlanum við hendan anda.

Røðan er prentað í árbók háskúlans fyri 1949 og 50.

Rasmus hugleiðir um fyrstu tíðina og sigur soleiðis:

“Tá eg nú minnist aftur á farnu fimti árini, vil alt renna saman fyri mær, og eg minnist mest til byrjunarárini norður á Stongunum og í Føgrulíð. Yvir hesum fyrstu árum lýsir framvegis ein bjørt hugsjónarglæma. Tað var sum eitt samljóð millum hugsjónirnar og summarkvøldini í Føgrulíð. Tá sólin kom undan aftur Nestindunum og fór í kav, meðan hav og himmal litaðust í hinar undurfagrastu litir. Alt var enn so spildurnýtt og borið uppi av trúgv og árræði ungdómsins. Eg haldi, at tað ongantíð eydnaðist mær so væl at orðføra meg um tey fyri Fólkaháskúlan so eyðkendu andaligu mál, sum tá”

Rasmus á Háskúlanum meinti eins og Grundtvig, at berur lærdómur var kaldur, um lærdómur bert hevði til endamáls at geva ungdóminum eitt endaligt tal – eitt próvtal, ein lønarseðil ella eina saldu á bankabókini.

“Lys uden varme er helvedes kval” skrivaði Grundtvig og kallaði latínskúlan, sum hann sjálvur hevði gingið á, fyri hin svarta skúlan.

Hóast avkast háskúlans fyri at brúka búskaparmál, ikki kann mátast ella gerast upp í einum excel arki, so merkir tað ikki, at einki avkast er. Fá munnu gera sær far um, hvønn týdning háskúlin hevur havt fyri málsligu og mentanarligu menningina í Føroyum – fyri sjálvsvitan og sjálvsfatan okkara hesa seinastu góðu øldina. Kennir tú ikki søguna, kennir tú ikki teg sjálvan.

Hvør er so leiklutur skúlans í dag? Hevur Føroya fólkaháskúli nakran leiklut í samfelagnum í dag? Tað meini eg, at hann hevur. Samfelagið, sum skúlin virkar í, er nógv broytt. Nógv er broytt til tað betra, men ikki alt. Samfelagsliga rúmið fyri tí, sum ikki gevur eitt avkast ella ikki kann mátast, er nógv tódnað. Politikkur verður í størri mun enn áður rikin við einum excel arki, og áður nevnda kost/benefit greining skal ganga upp. Um tað ikki loysir seg, hví so gera tað, tykist politiska mantraið ofta at vera.

Onkursvegna hava vit gloymt, at Føroyar ganga ikki upp í eini cost/benefit greining. Tað loysir seg ikki at búgva í Føroyum. Tað er torført at byggja her, dýrt at liva, tað er kalt og illfýsið stóran part av árinum og her veksur lítið og onki.

Hóast tað, so eru vit her. Av kærleika, av næstakærleika til land og til fólk, mál og mentan. Vit eru her, tí vit kenna søguna – hon er okkara søga. Vit kenna stríðið, sum er lagt í at gera hetta til eitt betri samfelag, hóast tað ikki loysir seg. Vandin við altumfatandi excelark hugsanini er, at landið verður rikið sum ein fyritøka – sum ein fabrikk, og fólkið verður mannminkað til starvsfólk. Vit eru meira enn tað.

Rasmus á Háskúlanum ávaraði longu 1. November 1949 ímóti hesi gongdini. Í stuttum minti hann áhoyrararnar hendan dagin á hendan serliga felagsskapin, sum vit hava, hann minti tey í røðu sínari á, ikki at gloyma, hvat vit hava til felags, hví vit eru her.

Eg haldi at hendan áminning tolir eina endurtøku. Og tað er her, at tilverugrundarlagið hjá Háskúlanum er í dag eins og tá. Eitt frírúm frá samfelagsins krøvum um avkast. Eitt frírúm uttan excel ørk. Eitt frírúm til at læra um okkum sjálvi, at læra um onnur og  at síggja sermerkta vakurleikan rundan um okkum.

Rasmus á Háskúlanum skal mær fortalt einaferð hava sagt, at tíðin hann brúkti at telja sáberar á børkubónda (helst í sambandi við arbeiði við Føroya flora), var betri brúkt enn tíðin, hann var løgtingsmaður frá 1914 til 1927. Mær dámar so væl útsøgnina, tí eg haldi hon sigur nakað um, hvat er týdningarmikið.

Í 1990 fór eg sum 16 ára gamal sjálvur á Føroya fólkaháskúla. Aftaná 10. Flokk fekk eg arbeiði á Bacalao við at pakka fiskafingrar, kreppa var tá og føroyingar í túsundatali vóru noydd at flyta burtur, nógv komu ongantíð aftur. Men tað gjørdist mær rættiliga skjótt greitt, at hugurin var til annað enn fiskafingrarnar á samlibandinum, og tí fór eg várskeið á Háskúlanum saman við ungum úr øllum landinum og onkrum útlendingi eisini.

Satt at siga minnist eg ikki ta nógvu undirvísingina. Tað, eg minnist best eru fólkini, ið komu allastaðni frá og búleikaðust saman – gentur á eini gongini og dreingir á hinari. Eg minnist túrin runt at kalla alla Kalsoynna og hinar útferðirnar, sum vit vóru,  áðrenn nakað kallaðist “at ferðast í egnum landi” og eg minnist kensluna av at ganga á einum skúla, har eingin kravdi nakað av mær – annað enn at eg var ein partur av felagsskapinum.

Best av øllum minnist eg tær ferðirnar vit sótu seint á kvøldið, onkuntíð út á náttina inni í køkinum saman við Róa Patursson, táverandi háskúlastjóra, og kjakaðust um lívsins stóru spurningar og ivamál.

Takk fyri.

Røðan hja Anniku Waag.

Takk fyri áheitanina um, at siga nøkur orð til fólkafundin í dag.

Eg fari at siga nakað um leiklutin hjá langabba mínum Símun í Vági í samband við Háskúlan
í Føgrulíð.

Fyrsta háskúlaskeiðið byrjaði í novembur í 1899 á Stongunum hjá Jóan Peturi. Longu árið
eftir varð skúlin fluttur í Føgrulíð.

Flest øll hava hoyrt um háskúlamenninar Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, ið vóru
lærarar her á háskúlanum í Føgrulíð. Teir hava gjørt eitt megnar arbeiði, og ikki bara fyri øll
hesi ungu, sum hava gingið her, men eisini fyri samleikan hjá okkum føroyingum.
M.a. yrkti Símun av Skarði tjóðsangin her og fyrsta føroyska skaldsøgan Bábulstornið varð
skrivað her, umframt plantulæran, fyrsta føroyska roknibókin og nógv annað varð skrivað
og yrkt her.

Rasmus á Háskúlanum sigur í minningarorðunum um Símun í Vági, at hann var ein
sermerktur maður við høgum hugsjónum og ein merkisberari, ið vit ongantíð mugu gloyma.

Í samband við háskúlan í Føgrulíð, so hava fá av tykkum helst hoyrt um Símun í Vági, ið
var føddur 7 August í 1863. Hann var ikki bara ein íðin íverkseti, men eisini háskúlamaður
um ein háls, og tori eg eisini at siga, at hann var ein av dyggastu stuðlunum hjá
háskúlanum í Føgrulíð á nógvan hátt.

Tá ið Tjóðskaparrørslan tók seg upp, fóru fleiri føroyingar til Danmarkar á háskúla. Teir
háskúlarnir vóru fyri tað mesta grundaðir á hugsjónirnar hjá Grundtvig. Tann fyrsti
næmingurin var ein kvinna úr Havn, Elin á Húsum, ið fór ung til Danmarkar, men henni
eftir vóru tað fleiri, ið fóru avstað.

Símun í Vági, var á Vallekilde háskúlanum í 1883 til 1884 og síðani var hann í læru í 1885.
Tann navnframi Ernst Trier, háskúlastjórin á Vallekilde, hevði stóra ávirkan á tann 20 ára
gamla Símun og var hesin lærdómurin ein góð barlast hjá honum alt lívið. Símun kallaði
tann eina sonin upp eftir Ernst Trier, hann føroyskaði tað til Einar.
Umframt lesturin arbeiddi Símun á bakarínum á Vallekilde fyri at vinna til uppihaldið og
seinni skaffaði Ernst Trier honum eisini eitt lærupláss, so at hann kom í læru sum bryggjari.

Tað var ikki bara sum at siga tað at fara avstað hjá tí unga Símuni, tá ið tíðini.
Útlongsulin, forvitni og ikki minst dirvi má hava verið rættiliga stórt. Tí bara 15 ára gamal
misti hann pápa sín, sum var kongsbóndi til ein garð, ið bara taldi 2 merkur. Sum elsti
sonur av 13 systkjum, var hann noyddur at arbeiða í bø, haga og á sjógvi í 5 ár, áðrenn
hann fór avstað.

Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, vóru eisini bóndasynir og høvdu teir eisini verið á
háskúlum niðri í Danmark. Símun á Askov og Rasmus bæði á Vallekilde og Askov. Teir
løgdu longu ætlanir um ein føroyskan háskúla í Danmark.

Heimafturkomin, hevði Símun í Vági fingið víðkað sjónarringin, nógvan andaligan íblástur
og lærdóm. Hann hevði eisini stórar ætlanir ella visiónir. Nøkur ár arbeiddi hann tó fyrst á
Biskupstøð, har hann bakaði fyri faktor Djurhuus.

Nógv hendi í 1888.
Í 1888 byrjaði Símun í Vági egið virki, at baka og at bryggja, ja tá varð Føroya Bjór sett á
stovn.

Sama ár var hann giftur, hettar var tann 9. Septembur í 1888 við Karin Helenu Katrinu
Hansen úr Funningsstovu í Havn. Í henni hevði hann ein trúgvan og tolnan stuðul øll árini.
Símun var við til mangt og hvat, har tað hendi nakað av framburði, og 2. Jóladag í 1888
var hann sjávandi eisini við til tann tiltikna Jólafundin.

Háskúlaandin, og at fáa framburð og menning í hesum landinum lá djúpt at hjartanum hjá
Símun líkasum tað eisini gjørdi hjá Símuni av Skarði og Rasmusi Rasmussen.

Tann fyrsti fólkafundurin varð hildin í 1894.
Í 1896 samtykti føroyingafelagið, har Símun í Vági var limur, at mæla bygdalimum til at
stovna feløg úti á bygd við somu endamálum sum føringafelagið. Eitt av endamálum
felagsins var at fáa sett á stovn ein háskúla í Føroyum.

Símun inkallaði til fund sama ár í heimi sínum annað jólakvøld, har 10 gestir vóru.
Á fundinum komu teir ásamt um at fáa bygt eitt bygdarhús til fyrilestrar, dans o.a. Longu
tann 29. nov. í 1897 varð húsið vígt og varð Símun umboðsmaður í felagnum, kallað
norðoyafelag. Umframt ymiskar fundir, varð fimleikurin hjá háskúlanum hildin í
bygdahúsinum, og allan reiðskapin til fimleikin læt Símun gera til háskúlan.
Símun innkallaði ofta til fundar í bygdahúsinum har evnini vóru mong. Framburður,
menning, tjóðskapur, føroyska málið, ja og eisini um líkarætt millum kvinnur og menn sum
m.a. sæst at lesa í gomlum tíðarritum.

Norðoyafelagið skipaði eisini fyri fólkafundum úti í náttúrini. Í 1897 var ein stórur
fólkafundur hildin á Kjøli, har fólk úr øllum landinum komu. Á sumri í 1899 var eisini ein
fólkafundur uppi á Klakki tann 9 Juli, har fundarevni var skúlar og upplýsing. Til røðarar
bóðu teir Jóannes Patursson, Símun í Vági, Sverra Patursson, Rasmus Effersøe og Símun
Paula úr Kunoy.

Í 1898 vóru Símun í Vági og Sigrid Lutzen við á fundi í Havn at stovna eina
forngripagoymslu, seinni kallað Føroya Forngripafelag. Útbygging av kirkjuni og føroya
fyrsta svimjihyl, gekk hann eisini á odda fyri í 1904 saman við fleiri. Hann royndi seg eisini
sum reiðari á Norðingi, Dart og skonnartini Karin. Eisini hevði hann eitt fiskastykki har tað
varð virkaður fiskur.
Hann tordi sum fáur at seta seg upp ímóti Faktorinum í bygdini. So løgið tað ljóðar, so
kappaðust teir um at gjalda mest í skatt.
Merkið, ið nú hevur 100 ár á bakið í ár, tað flaggaði hann eisini við langt áðrenn tað var
viðurkent.

Hví Fagralíð?
Ein dagin um várið áðrenn fyrsta skeiðið endaði á Stongunum, varð avgjørt hvar, ið
háskúlin skuldi standa, og sama dag fekk staðið her navnið Fagralíð. Her hevði Háskúlin
síni barna og ungdómsár og stovnarnir vóru ungir og treystir.

Hettar kann kanska tykjast sum eitt løgið stað, ið varð valt, men um ein hyggur rundan
um seg, so síggja vit eina stórbæra náttúru.
Vit kunnu bara ímynda okkum friðin her, og um summarið í góðveðrið, tá ið sólin setur
norðanfyri Nestindar.
Kanska er tað ikki so løgið, at her í vøkru náttúruni við fuglum og plantum, at staðið her
hevur verið til nógvan íblástur og hevur eggjað til bæði yrkingar, sálmar og sangir.

Símun í Vági sat sum stjórnarlimur í Háskúlanum saman við Jóannesi Paturssyni og A.C.
Evenssen frá 1904 til 1910, tá ið skúlin var fluttur til Havnar. Av fyrstan tíð var skúlin
ópolitiskur.
Í 1904 trongdist við pengum og ognarviðurskiftunum í Føgrulíð varð tað somuleiðis
trupuleiki við. Símun av Skarðið og Rasmus Rasmussen søktu sær sum oftani fyrr ráð hjá
Símuni í Vági og fingu teir í felag samlað nógvan pening til skúlan.

Í 10 ár virkaði háskúlin soleiðis á Borðoynni og høvdu tá 198 næmingar úr øllum landinum
verið á skúlanum. Næmingarnir vóru allastaðni frá úr Føroyum. Ein langabbi mín úr
Hvalba, Mortan Holm var eisni her í Føgrulíð í 1901 og til eitt annað skeið her, áðrenn leiðin
gekk til Danmarkar at læra til skipara. og 3 langommusystrar úr Hvalba vóru eisini á
skeiðum her. Ein søga, ið hann plagdi at siga frá var, tá ið báturin hjá háskúlanum var
loysnaður og hann mátti svimja út eftir honum.
Hann segði mangan frá, at tað var Jógvan segl, ið varð hann sum vísti honum veg úr
Klakksvík oman í Føgrulíð.

Í 1909 flutti skúlin til Havnar. Símun í Vági, ið hevði stuðlað skúlanum frá føðingini varð
rasandi, og segði seg úr stýrinum hjá Háskúlanum, har hann hevði sitið síðani 1904. Men
háskúlahjartað, tað fylgdi honum tó alt lívið.

Nú sum ongantíð fyrr leita fólk frið og íblástur í náttúruni. Tað kann til tíðir vera torført at
hugsavna seg hjá teimum ungu og okkum tilkomnu, við øllum meldrinum av kunning, ið
floymir inn yvir okkum. Tað er helst meira ein spurningur um at duga at velja til og frá í
dag. So kanska er tað akkurát nú, at okkum veruliga tørvar at hyggja inneftir, og at menna
tað andaliga og mentunarliga í okkum og teimum ungu.

Rasmus á Háskúlanum sigur í sínum minningarorði í Tingakrossinum, at Símun í Vági, ið
doyði í 2. Apríl í 1935, var ikki bara ein íverkseti, men ein sermerktur maður og ein klettur.
Umframt tað var hann eisini ein dyggur stuðul øll árini hjá Háskúlanum og ein maður, ið vit
ongantíð skulu gloyma.

Rasmus byrjaði minningarorðini við yrkingini hjá R.C. Effersøe, ið lýstu hann sum ein
maður, ið tordi og sum ikki bara tagdi og gekk í takt.

Elt ikki altíð sum fyri er slóðað, sjálvbjargin far yvir land yvir hav, maður skal smíða sær
eydnuna góða við teimum evnum sum skaparin gav.

Hjartaliga Tillukku við teimum 120 árunum á baki Føroya Fólkaháskúli við ynski um ein
blíðan byr og nógv góð ár frameftir.



https://mapstreetview.com/#111qfq_-3xoxv_5y.0_-fd38

Send fyrispurning

Veðrið nú

Klaksvík 4,9 m/s 4,4° Útnyrðingur 8,7 m/s 18:50

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Borðoy

Árnafjørður - Katlarnar - Klaksvík

Árnafjørður - Katlarnar - Klaksvík
Les meira

Borðoyarnes, Miðfjall, Háfjall, Hálgafelli og Klakkur

Borðoyarnes, Miðfjall, Háfjall, Hálgafelli og Klakkur
Les meira

Bygdagøtan Árfjørður til Norðoyar (Oyramannagøtan)

Bygdagøtan Árfjørður til Norðoyar (Oyramannagøtan)
Les meira

Bygdagøtan úr Arnafirði til Norðtoftir

Bygdagøtan úr Arnafirði til Norðtoftir
Les meira

Depil - Katlarnar - Klaksvík

Depil - Katlarnar - Klaksvík
Les meira

Depilsknúkur, Lokki, Norðanfyri Lokkaskarð og Norðanfyri Kvíggjarskarð

Hesin túrurin byrjar ímillum Tunnlarnar í Árnafirði, og endar norðuri við Svartadal norðuri við Strond
Les meira
Vís fleiri