Hórisgøta

Send fyrispurning

Rutan

Oyggj:
Streymoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
2 - 5 KM
Hórisgøta

Hórisgøta

 

Hórisgøta er gamla navnið á gøtuni millum Oyrareingir og slættan uppi við Skeiðsá. Frá Oyrareingjum og niðaná er nokkso tungt at ganga. Strekkið er umleið 1½ km, og gøtan byrjar í ca. 10 metra hædd, har vegurin býtir seg millum Signabø og Húsini á Oyrareingjum, og við Skeiðsá eru vit í umleið 350 metra hædd. Hetta verður ein bratti uppá 23 metrar fyri hvørjar 100 metrar fram. Nakað uppi  líðini fer gøtan um Hórisgøtuá, sum fer undir landsvegin umleið 300 vestan fyri tunnilsmunnan. Komin niðaná gongur gøtan um Langareyn og yvirum Skeiðsá. Har liggja 3 ásýniligir stórir steinar, Ívarssteinar, og á hesum stað møtir gøtan einari, sum kemur úr Hundsarabotni og bygdunum vestanfyri. Hvussu langt suður, ið navnið Hórisgøta kann brúkast um hesa gøtuna, er óvist. Men har sum  Skeiðsá vendir í ein sunnan og rennir gjøgnum Mannafelsdal oman í Kaldbaksbotn, kallast hon Fjarðará.

                      Her á leiðini eru fleiri staðarnøvn, sum tilsamans – kanska – kunn benda á eina spennandi søgu. Ikki ber til at prógva nakað 100%, men tá nógvar ymiskar ábendingar peika á somu loysn, so kann hetta sigast at vera tann besta møguliga forkláringin.

                      Skeiðsá. Sum longu nevnt, so skiftir áin navn, frá Skeiðsá til Fjarðará uppi á fløtuni. Hvat merkir skeið? Eitt strekki, tíðarskeið. Men eisini at deila, býta sundir. Men kanska eisini at býta sundur, sum á eingilskum: Water-shed, ella týskum: scheiden – at býta sundur. Hvat kann so hetta markið býta sundur? Jú um tað elligamla markatalið verður talt upp norðan- og sunnanfyri, so verða tey nærum líka stór.

                      Hundsarabotnur. Í eini gamlari ferðafrásøgn[1] skula menninir niðan á Skælingsfjall. Teir nevna Hundselebund, stavað skeivt við –l- fyri –r-. Ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir. Hugsa vit okkum, at tað ikki er ein stavifeilur, men at úttalan var soleiðis tá. Hvat kann Hundsel, ella líknandi so týða? Ljóðbroyting frá l > r er ikki óvanlig. Husl ella hunsl kann merkja altar ella heiligt stað. Hunsl er so gamla orðið, sum liggur aftanfyri tey nýggjaru: Hundsarabotnur, Hundsenni og Hundsá.

                      Stallur. Eitt annað gamalt orð fyri altar er stallr. Stallur á nútíðar føroyskum er ein kneysi fram úr bergi ella ein lítil pallur. Hvørki passar til navnið á einum fjalli. Óðin var eisini kallaður ”Vinur Stalla”. Stutt sagt, so kann Stallur vera okkurt heilagt pláss. Stallur, í týdninginum heilagt stað, kann vera í slekt við grikska: stele, sum minnis- ella gravsteinur.Þ

                      Hórisgøta. Hetta er eitt av fáum gøtunøvnum, sum hava eitt serligt navn, og ikki uppkallað eftir einari bygd. Helst komið av Þorisgøta, har Þ- er blivið eitt H-. Winther[2] hevur eina serliga forkláring. Hórisgøta skuldi koma av Hof-ryggs-gøta, ella gøtan um ryggin har eitt hov (gudahús, heilagt stað) liggur.

Í sokallaða Hundabrævinum[3], sum er frá seinnu helvt av 1300-talinum, er skrivað soleiðis: ”men eingin hundur suður frá Þórisgøtu.” Í hesum føri er gøtunavnið brúkt meira sum eitt vælkent mark. Og soleiðis var og er ein vanligur talimáti enn, at tosa um ”sunnan Hórisgøtu.

                      Mannafelsdalur. Søgnin sigur frá um ein bardaga, sum fór fram í hesum dali millum norðanmenn og sunnanmenn. Um søgniner sonn, so møttust stríðandi partarnir á áðurnevnda marki millum norðaru og sunnaru helvt, har Skeiðsá skilir. Dr Jakobsen[4] heldur tó, at hatta er ein ”vandrisøga,” sum er komin inn uttanífrá. Men, um so er, so er tað merkisvert at søgan hevur staðfest seg til økið við Skeiðsá.

                      Alt hetta og meira í greinini, sum er nevnd her undir, bendir á at staðanøvnini siga nakað um eitt gamalt býti av landinum í tveir javnt stórar partar. Harnæst at økið har á leið hevur verið heilagt, kanska frá heidnari tíð.

Rolf Guttesen

18. sept. 2018

Hendan frásøgn byggir á grein í Fróðskaparriti, 47 bók 1999:

Rolf Guttesen: On the Oldest Territorial Division of the Faeroe Islands, s. 139-152

[1] John West (ed.): The journals of the Stanley Expedition … 1789, vil 3. Tórshavn 1976
[2]  N. Winther: Færøernes Oldtidshistorie. Tórshavn 1985
[3]  J. Jakobsen: Diplomatarium Faeroense, Tórshavn 1985
[4]  J. Jakobsen: Greinir og Ritgerðir. Tórshavbn 1957

Send fyrispurning

Veðrið nú

Norðradalsskarð 11,5 m/s 5,2° Landnyrðingur 15,4 m/s 16:00

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Streymoy

Kvívík Vestmanna

Kvívík Vestmanna
Les meira

Ørvisfelli

Ørvisfelli
Les meira

Argir Kirkjubø

Argir Kirkjubø, Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri,
Les meira

Borgin, Kopenni, Dirðilsendi (Malaknúkur) Torskorarhorn og Pætursfjall

Borgin, Kopenni, Dirðilsendi (Malaknúkur) Torskorarhorn og Pætursfjall
Les meira

Dyllan, Vørlufjalll, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar

Dyllan, Vørlufjall, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar
Les meira

Egilsfjall og Gásafelli

Set bilin við tað stóra parkeringsplássi á landsvegnum omanfyri Kvívík.
Les meira
Vís fleiri