Gjógv Mary,s Bænk "Lættari túrar til fólk við rørslutarni"
Rutan
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Sunnan Gjógvin, sum hevur givið bygdini navn, liggur norðast í bygdini. Trappa er niður til lendingina. Gongur tú fram við gjónni úteftir, kanst tú síggja lunda sita í bakkanum. Uttast á nesinum niðanfyri, úti á Niðara Nasa, er bonkur settur upp til minnis um, tá krúnprinsahjúnini vitjaðu við Gjógv í 2005. Bonkurin verður kallaður Marys bænk.
At sita á Marys bænk og skoða havið, er ein ógloymandi uppliving – góðar summarløtur ella ein vetrardag, tá ið náttúran vísir sítt veldi, og norðhavsbylgjan brestur í klettin.
Vesi: Almenn vesi eru við Gjónna. Eystan fyri bygdina við kirkjuna eru vesi, ið eru ætlað teimum, ið búgva á kampingøkinum. Tó er handikapvesið opið fyri teimum, ið tørva tað.
Góðan túr og minst til at kanna veðrið.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.