Trøllkonufingur "Lættari túrar til fólk við rørslutarni"
Rutan
Oyggj:
Vágar
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Eystan Eystanfyri Sandavág er Trøllkonufingur, sum er ein 313 metur høgur tindur. Sagt varð, at hetta er fingurin á einari trøllkonu, sum ætlaði at blaka Vágar vestur til Íslands. Tá ið sólin kom upp, varð hon til stein og sakk í hav.
Fyrsti teinurin út á Trøð er asfalteraður, og tá ið traðarvegurin byrjar, gerst vegurin smalur. Úti á er eitt parkeringspláss. Túrurin er ikki egnaður til fólk í rullistóli. Á gongutúrinum er fyrst eitt portur, síðani ein brúgv og ein stutt brekka. Útsýnið er gott yvir oyggjarnar.
Vesi: Almenn vesi eru við miðstaðarøkið, við kommunuskrivstovuna og við Miðvágs skúla
Góðan túr og minst til at kanna veðrið.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.