Sandsvatn "Lættari túrar til fólk við rørslutarni"
Rutan
Oyggj:
Sandoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Eystan Túrurin um Sandsvatn er einar 5 km, og er eftir asfalteraðum vegi. Har er náttúruvakurt og tilber eisini at fara út í bøin við vatnið, sum liggur beint við vegin. Sandsvatn er vælegnað til familjutúr við glúpi og spann, har smáu løkirnir renna í vatnið. Við Sandsvatn er grøna brúgvin, sum stendur beint innan fyri Nýggjagarðar.
Vesi: Almenn vesi er í Skopun og Skálavík og í Kommunuskrivstovuni.
Góðan túr og minst til at kanna veðrið.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.