Vegurin Út í Høvdarhaga í Skopun "Lættari túrar til fólk við rørslutarni"
Rutan
Oyggj:
Sandoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
6 - 10 KM
Besta ætt:
Eystan Eftir gamla vegnum út í Høvdarhaga er náttúruvakurt og útsýnið gott. Hestur, Streymoy og Nólsoy liggja tættast og ein góðan dag ber til at síggja Vágar og Mykines. Eisini er útsýnið yvir bjørgini á vestursíðuni av Sandoynni vakurt. Fyrsti teinurin av vegnum er asfalteraður.
Vesi: Almenn vesi í Skopun og Skálavík
Góðan túr og minst til at kanna veðrið.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.