Oyndarfjørður - Laksá - Hellurnar
Rutan
Tá íð tú gongur av Hellunum eftir Bergi, heim á Laksá og víðari heim á Sand og heim til Oyndarfjarðar, kann tú uppliva náttúruna og løtuna, akkurát sum hon er og tú kann eisini velja at gera eina ferð gjøgnum søguna, báðir møguleikar eru tilsteðar.
Gongur tú og hevur søguna fyri eyga, liggur túrurin beint eftir helluni, har fyri 100 árum síðani lá útbreiddur klippfiskur og tornaði í sólini. Alt økið av Hellunum og heim á laksá var avtakið við snjóhvítum klippfiski, sum báðir handlarnir í Oyndarfirði og tann á Hellunum stóðu fyri. Og fólk úr øllum bygdum nærhendis komu til Oyndarfjarðar at arbeiða. Og tá íð tú er komin heim um Laksá, heim um brúnna, sum varð gjørd í samband við klippfiskaarbeiði og beint áðrenn tú kemur heim á Sand, sær tú eina húsatoft, í hevur verið eitt klippfiskahús, eitt hús, har klippfiskur hevur verið goymdur. Húsið kallast Durhuus og er uppkallað eftir Faktor Djurhuus, 1834-1918, sum var stóri vinnulívsmaðurin í Norðoyggjum og í landnyrðingspartinum av Eysturoynni eftir fríhandilin miðskeiðis í 19 øld.
Gongur tú við náttúruni fyri eyga, eru hellurnar úrslit av ísi, íð hevur brýnt grótið undir seinastu ístíð, sum endaði fyri 10.000 árum síðani. Allir Oyndfjørður upp um fjallatopparnar var fullur av ísi og hvør dalur, alt sum tú sær er skapt av ísi ímong tíggjutúnd ár.
Sandurin Inni á Sandi í Oyndarfirði er ein náttúruperla, sum sissar sjálvt tað mest strongda sinnið, við aldunum, íð doyggja og livna upp aftur millum sandkornini.