Gjógv minnisvarðin
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Landnyrðingur Vakri minnisvarðin við Gjógv sigur alt. Har situr mamma við tveimum børnum og hyggur út í hav, tey bíða eftir pápanum, sum er til útróðrar ella til skips. Handan minnivarðan síggja vit talvurnar, og hetta er dapur lesnaður. Gjógv er gjøgnum tíðirnar rakt av nógvum vanlukkum á sjónum. Mest dapru dagurnir vóru skaðadagin 30. apríl 1870, tá ið Fríðríksbáturin og Rættabáturin gingu burtur við sekstan monnum og 20. mars 1884, tá ið átta menn gingu burtur við Samløgubátinum.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.