Klaksvík - Hálsurin - Klakkur

Send fyrispurning

Rutan

Oyggj:
Borðoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Útsynningur, Vestan
Klaksvík - Hálsurin - Klakkur

Gongurtúrur niðan á Háls/Klakk

https://mapstreetview.com/#111n30_-3x5yp_3f.6_6e39

Um tú ætlar tær at síggja Klaksvíkina úr erva, so er túrurin niðan á Háls at viðmæla. Tað er lætt at koma niðaná, antin til gongu ella við bili. Vegurin er ein uppdyrkingarvegur og er ikki eins góður allastaðni, men væl er koyrandi. Tú gongur ella koyrir undir Háfjalli og Hálgafelli, og komin niðan móti Hálsinum, hevur tú frálíkt útsýni yvir alla Klaksvíkina og tey stórbæru fjøllini, sum umgirða henda frá náttúrunnar hond vakra býin. Av Hálsi sært tú alla Klaksvíkina úr einum stað.

 

Fert tú niðaná og gongur vesturum, so hevur tú útsýni yvir til Leirvíkar og Fuglafjarðar, og tú sært oman í vøkru Føgrulíð, har fyrsti háskúlin í Føroyum varð bygdur í 1900. Eitt stað er uppi  á Hálsi, sum verður nevnt á Vaktini. Her skuldu menn í gomlum døgum standa á varðhaldi og ansa eftir um sjórænaraskip nærkaðust.

 

Av Hálsinum er vallað niðan á Klakk. Haðan er frálíkt útsýni norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð, og beint framman fyri tær er Kunoyggin við sínum tignarliga og stórfingna Kunoyargalvi. Kunoyggin liggur sum ein verja móti norðhavsalduni og ger Vágna til tryggastu havnina í landinum. Eystanfyri er Haraldssund og fjøllini Lokki og Myrkjanoyrarfjall, bæði tvey góðar 700 metrar til hæddar.

Góð ráð: Vanda tær um náttúruna og far væl um fuglin, tá ið tú gongur í haganum, og minst til at vera væl skøddur.

 

Send fyrispurning

Veðrið nú

Klaksvík 4,6 m/s 6,3° Landsynningur 13,4 m/s 18:50

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Borðoy

Árnafjørður - Katlarnar - Klaksvík

Árnafjørður - Katlarnar - Klaksvík
Les meira

Borðoyarnes, Miðfjall, Háfjall, Hálgafelli og Klakkur

Borðoyarnes, Miðfjall, Háfjall, Hálgafelli og Klakkur
Les meira

Bygdagøtan Árfjørður til Norðoyar (Oyramannagøtan)

Bygdagøtan Árfjørður til Norðoyar (Oyramannagøtan)
Les meira

Bygdagøtan úr Arnafirði til Norðtoftir

Bygdagøtan úr Arnafirði til Norðtoftir
Les meira

Depil - Katlarnar - Klaksvík

Depil - Katlarnar - Klaksvík
Les meira

Depilsknúkur, Lokki, Norðanfyri Lokkaskarð og Norðanfyri Kvíggjarskarð

Hesin túrurin byrjar ímillum Tunnlarnar í Árnafirði, og endar norðuri við Svartadal norðuri við Strond
Les meira
Vís fleiri