Tórshavn Kirkjubø

Send fyrispurning

Rutan

Oyggj:
Streymoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Tórshavn Kirkjubø

Tórshavn Kirkjubø
Túrurin byrjar, har Velbastaðvegurin og vegurin oman til Sandá møtast, har er gøtan til Kirkjubøar. Túrurin er lættur at ganga, varðar eru allan vegin. Fyrst ganga tit niðan brekku. Komin niðaná hava tit eitt gott útsýni yvir Havnina og Nólsoynna. Fara tit aftur til gongu, ganga tit framvið Reynsmúlalág, 

Øki við Reynsmúlalág er eyðkent við sínum talarastóli laðaðum úr gróti, sum verður nýttur til fólkafundir á staðnum. Størsti parturin av føroysku fólkafundunum vóru í 1895-1940 og í hesum tíðarskeiðinum eru 7 fundir skrásettir við Reynsmúlalág.
Fólkafundirnir byrjaðu saman við føroysku tjóðskaparrørsluni seint í 19. øld. Hesir fundir vóru ein møguleiki hjá føroyingum at hittast til hugna og kjak. Á fyrstu fólkafundunum var siðvenja, at prestur prædikaði og síðani varð farið at eta og syngja í felag. Innbodnu røðararnir vóru serliga kendir menn, sum til dømis politikarar, menn við høgum starvi, prestar ella rithøvundar. Tað serliga við fólkafundunum var tó, at øll sum ynsktu tað, kundu bera orð fram.
Í 1895 varð ungmannafelagið Sólarmagn stovnað, sum er fyrsta og elsta ungmannafelag í Føroyum. Kendasti fundur teirra varð hildin her á Reynsmúlalág tann 9. Juli 1905 og hevði Jóannes Patursson yrkt nú so vælumtókta sálmin “Boðar tú til allar tjóðir” til hetta høvi. William Heinesen, ið er eitt av kendastu listafólkunum í Føroya søgu, var á sínum fyrsta fólkafundi á Reynsmúlalág í 1908. Hann hevur avmyndað høvuðsrøðaran Sverra Patursson og eisini sæst flaggið hjá Sólarmagn.
Reynsmúlalág er sera náttúruvakurt øki og hugaligt er at ímynda sær fjøld av fólki sitandi í brekkuni frammanfyri
talarastólinum, meðan tey saman tríva i fosturlandssangir og lurta eftir røðum á hesum søguliga staðnum.

Boðar tú til allar tjóðir:
“Æra skalt tú faðir tín,
æra skalt tú tína móður,
so tær fylgir signing mín.
Landið gevi eg tær tá,
leingi tú har liva má,
fólkið títt tá skal eg kenna,
meðan øld um øldir renna.”

Føroya mál á manna tungu
merkir: her býr Føroya fólk.
Slektir fornu og tær ungu
eyðkendu seg sum ein bólk,
ið helt fast við fedra mál,
virdu tað av hug og sál,
gloymdu ikki ættarbandið;
byggja tí enn hetta landið.

Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíð
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.

Gøtan heldur fram suðureftir. Á leiðini síggja tit Velbastað, og tit hava eitt stórfingið útsýni yvir Sandoynna, Hest, Koltur og Vágar.

Til ber eisini at byrja túrin í Kirkjubø.

Varðar eru allan vegin.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Við Velbastaðháls 3,8 m/s 2,8° Sunnan 7,0 m/s 06:50

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Streymoy

Kvívík Vestmanna

Kvívík Vestmanna
Les meira

Ørvisfelli

Ørvisfelli
Les meira

Argir Kirkjubø

Argir Kirkjubø, Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri,
Les meira

Borgin, Kopenni, Dirðilsendi (Malaknúkur) Torskorarhorn og Pætursfjall

Borgin, Kopenni, Dirðilsendi (Malaknúkur) Torskorarhorn og Pætursfjall
Les meira

Dyllan, Vørlufjalll, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar

Dyllan, Vørlufjall, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar
Les meira

Egilsfjall og Gásafelli

Set bilin við tað stóra parkeringsplássi á landsvegnum omanfyri Kvívík.
Les meira
Vís fleiri