Út á Drangarnar
Rutan
Túrurin byrjar úti við Effo-støðina, Bakkavegur í Sørvági, Kl. 11,00 og endar á sama stað.
Drangarnir eru ein av teimum heilt serstøku upplivingunum í Føroyum. Drangarnir eru tveir stakkar í sundinum millum Vágoy og Tindhólm, nevndir Stóri Drangur og Lítli Drangur.
Á hesi útferð við staðkendum ferðaleiðara, kann eisini tú síggja Drangarnar við tínum egnum eygum. Ferðin byrjar í Sørvági, og ferðaleiðarin gongur gjøgnum haga sín til útsýnið yvir Drangarnar. Hetta er ein miðaltungur túrur.
Sambært lóg krevst samtykki frá eigaranum at ganga í haganum. Til ber bert at fara henda túr við ferðaleiðara, og gongd í haganum uttan ferðaleiðara kann føra til bót.
Ansni fyri náttúruni, seyðinum og djóralívinum annars í haganum er sera umráðandi. Hagin er fyrst og fremst bit og tilvakstrarstað hjá seyðinum og øðrum djóralívið við. Tí er umráðandi, at tey sum ganga í haganum halda seg til gøturnar og ansa eftir at órógva seyðin og náttúruna sum minst.