Út á Drangarnar

Send fyrispurning

Rutan

Oyggj:
Vágar
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
6 - 10 KM
Besta ætt:
Eystan, Norðan, Útnyrðingur

Túrurin byrjar úti við Effo-støðina, Bakkavegur í Sørvági, Kl. 11,00 og endar á sama stað.

Drangarnir eru ein av teimum heilt serstøku upplivingunum í Føroyum. Drangarnir eru tveir stakkar í sundinum millum Vágoy og Tindhólm, nevndir Stóri Drangur og Lítli Drangur.

Á hesi útferð við staðkendum ferðaleiðara, kann eisini tú síggja Drangarnar við tínum egnum eygum. Ferðin byrjar í Sørvági, og ferðaleiðarin gongur gjøgnum haga sín til útsýnið yvir Drangarnar. Hetta er ein miðaltungur túrur.

Sambært lóg krevst samtykki frá eigaranum at ganga í haganum. Til ber bert at fara henda túr við ferðaleiðara, og gongd í haganum uttan ferðaleiðara kann føra til bót.

Ansni fyri náttúruni, seyðinum og djóralívinum annars í haganum er sera umráðandi. Hagin er fyrst og fremst bit og tilvakstrarstað hjá seyðinum og øðrum djóralívið við. Tí er umráðandi, at tey sum ganga í haganum halda seg til gøturnar og ansa eftir at órógva seyðin og náttúruna sum minst.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Á Sandavágshálsi 5,6 m/s 1,5° Norðan 9,5 m/s 11:55

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Vágar

Árnafjall og Heinanøvan

Árnafjall og Heinanøvan
Les meira

Bøur - Gásadal

Bólkatúrur niðan til Gásadal
Les meira

Jógvansfjall, Gilið trítitindur, Reynsatindur Gásafelli og Lírisfelli

Jógvansfjall, Gilið trítitindur, Reynsatindur Gásafelli og Lírisfelli
Les meira

Jógvansfjall, Giliðtrítitindur, Reynsatindur, Gásafelli, Krossafelli, Tungufellið Lítla, Tungufelli Jatnagarður, Grímstaðfjall, Antinisfjall and Eyrgjógv

Jógvansfjall, Giliðtrítitindur, Reynsatindur, Gásafelli, Krossafelli, Tungufellið Lítla, Tungufelli Jatnagarður, Grímstaðfjall, Antinisfjall og Eyrgjógv
Les meira

Klubbin, Mølin, Vatndaalsfjall, Eindalfjall og Vørðufelli

Klubbin og Mølin, Vatndaalsfjall, Eindalfjall og Vørðufelli
Les meira

Krosstindur, Húsafelli, Malinstindur, Heldarstindur og Breiðastíggjur

Krosstindur, Húsafelli, Malinstindur, Heldarstindur og Breiðastíggjur
Les meira
Vís fleiri