Skúgvoy
Túrurin byrjar á Gomlurætt. Haðan fert tú við Teistanum til Skopunar og koyrir til Sands. Av Sandi siglir strandfaraskipið Sildberin til Skúvoyar. Túrurin til Skúvoyar tekur einar 25 min. Byrjað verður í bygdini, og tú fylgir slóðini.
Skúgvur:
Tað er serliga tá tað nærkast klekingini um seinnu helvt av juli at hann mest aggresivur. Tá flýgir hann og stoytir seg ímóti teimum sum koma ov nær, ja enntá kunnu onkrir finna uppá at sláa við beinunum. Hetta kann virka sera ræðandi, men tað er ikki farligt. Tað besta er bert at halda leiðina víðari, soleiðis at tú kemur burturfrá reiðrinum ella pisuni so skjótt sum gjørligt. Skúgvur reiðrast næstan altíð í vátlendi, so um tú vilt sleppa undan skúgvabølunum, er at halda seg frá tí lendinum. Og hav í huganum at foreldrini gera bert tað sum vit øll høvdu gjørt fyri at verja okkara avkom!
Umsitara:
Harry Jensen 361459
Jóhan Hentze 361450
Poul Ásmund Tórarenni