Gríslatindur, Botnstindur og Slættafjall
Oyggj:
Kalsoy
Torleikastig:
Tungur túrur
Longd:
6 - 10 KM Farið verður við Sam úr Klaksvík til Syðradals. Túrurin tekur 20 minuttir. Tá komið er til Syðradals verður farið til gongu niðan í bygdina. Túrurin endar á Slættafjalli og haðan ber til at ganga oman í Knútsdal.
Tað merkir, at ikki er neyðugt at hava bil við á hesum túrinum.
(Dalurin eitur KnúTsdalur, eftir einum Knút sum var uppisitari fyri Trónd í Gøtu, sum tá ráddi fyri borgum í Norðoyggjum/kalsoynni. Hesin Knút fekk dalin til sín seyð frá Trónda; og harav navnið)
Tað merkir, at ikki er neyðugt at hava bil við á hesum túrinum.
http://heimabeiti.fo/default.asp?menu=138
Eigari Bjørn Kalsoy Telefon 555065
og Hans Elias Højgaard 216780
Hátíðarløta á Blankskála.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Pól Sundskarð
Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík.
Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum.
Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól.
Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.