Vøtn í Føroyum Minnisvarðar Fjallatoppar Bygdagøtur Aðrir túrar Fólk við breki
Tórshavn - Kirkjubø
Túrurin byrjar í Tórshavn, 5 tímar gongutíð og er lættur
Oyggj Streymoy
Torleikastøði Lættur túrur
Longd 10 km
Besta ætt Landnyrðingur , Norðan , Útnyrðingur

Tá gingið verður í haga plaga vit, at rokna við 2 km um tíman. Sostatt tekur túrurin umleið 5 tímar.

Túrurin byrjar, har Velbastaðvegurin og vegurin oman til Sandá møtast, har er gøtan til Kirkjubøar. Túrurin er lættur at ganga, varðar eru allan vegin. Fyrst ganga tit niðan brekku. Komin niðaná hava tit eitt gott útsýni yvir Havnina og Nólsoynna. Fara tit aftur til gongu, ganga tit framvið Reynsmúlalág, 

Øki við Reynsmúlalág er eyðkent við sínum talarastóli laðaðum úr gróti, sum verður nýttur til fólkafundir á staðnum. Størsti parturin av føroysku fólkafundunum vóru í 1895-1940 og í hesum tíðarskeiðinum eru 7 fundir skrásettir við Reynsmúlalág.

Fólkafundirnir byrjaðu saman við føroysku tjóðskaparrørsluni seint í 19. øld. Hesir fundir vóru ein møguleiki hjá føroyingum at hittast til hugna og kjak. Á fyrstu fólkafundunum var siðvenja, at prestur prædikaði og síðani varð farið at eta og syngja í felag. Innbodnu røðararnir vóru serliga kendir menn, sum til dømis politikarar, menn við høgum starvi, prestar ella rithøvundar. Tað serliga við fólkafundunum var tó, at øll sum ynsktu tað, kundu bera orð fram.

Í 1895 varð ungmannafelagið Sólarmagn stovnað, sum er fyrsta og elsta ungmannafelag í Føroyum. Kendasti fundur teirra varð hildin her á Reynsmúlalág tann 9. Juli 1905 og hevði Jóannes Patursson yrkt nú so vælumtókta sálmin “Boðar tú til allar tjóðir” til hetta høvi. William Heinesen, ið er eitt av kendastu listafólkunum í Føroya søgu, var á sínum fyrsta fólkafundi á Reynsmúlalág í 1908. Hann hevur avmyndað høvuðsrøðaran Sverra Patursson og eisini sæst flaggið hjá Sólarmagn.

Reynsmúlalág er sera náttúruvakurt øki og hugaligt er at ímynda sær fjøld av fólki sitandi í brekkuni frammanfyri talarastólinum, meðan tey saman tríva i fosturlandssangir og lurta eftir røðum á hesum søguliga staðnum.

Boðar tú til allar tjóðir:
“Æra skalt tú faðir tín,
æra skalt tú tína móður,
so tær fylgir signing mín.
Landið gevi eg tær tá,
leingi tú har liva má,
fólkið títt tá skal eg kenna,
meðan øld um øldir renna.”

Føroya mál á manna tungu
merkir: her býr Føroya fólk.
Slektir fornu og tær ungu
eyðkendu seg sum ein bólk,
ið helt fast við fedra mál,
virdu tað av hug og sál,
gloymdu ikki ættarbandið;
byggja tí enn hetta landið.

Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíð
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.

Gøtan heldur fram suðureftir. Á leiðini síggja tit Velbastað, og tit hava eitt stórfingið útsýni yvir Sandoynna, Hest, Koltur og Vágar.

Til ber eisini at byrja túrin í Kirkjubø.

Varðar eru allan vegin.

Send fyrispurning
Legg til yndis

Hæddarkurv

Tak niður Topo GPS
Download and install Iphone / iOS users: please download and install the “Topo GPS” app. Then Buy the “Føroyakorti”, which is the map for the Faroe Islands. Price 29,00 DKK. Other / Android users: please download and install the “Great Britian” app. Then buy the “Føroyakorti” which is the map for the Faroe Islands. Price 29,00 DKK. How to use Use the app to open a downloaded hiking track. Safety Remember that the app is not a replacement for an original waterproof GPS unit. Not all smartphones can withstand the weather or being accidentally dropped / damaged.
Tak niður GPX fílu
Fleiri túrar í Streymoy
Postulakirkja, Tindur og Arndalsfjall
Túrurin byrjar í Vestmanna, 5,5 tímar gongutíð og er miðal tungur
Les meira
Ferðaleiðari
Rossafelli, Sandfelli, Knúkurin, og Langafjall
Túrurin byrjar í Nesvík, 7 tímar gongutíð og er miðal tungur
Les meira
Ferðaleiðari
Sátan
Túrurin byrjar í Kollfjarðada, 2,5 tímar gongutíð og er miðal tungur
Les meira
Ferðaleiðari
Skælingsfjall
The tour begins in Skæling, a 3,5 hours hike and is tungur
Les meira
Best umtóktur Ferðaleiðari
Sneis, Bollin, Vitin og Lágafjall
Túrurin byrjar í Vestmanna, 5 tímar gongutíð og er miðal tungur
Les meira
Ferðaleiðari
Stallur
Túrurin byrjar í Skeiðsskarð, 1,5 tímar gongutíð og er miðal tungur
Les meira
Best umtóktur Ferðaleiðari
Vís fleiri